Stjørnan í neistarokið

Neistin hevði Stjørnuna á krókinum, men tveir misnýttir møguleikar í avgerandi løtunum forðaðu fyri sigrinum

Neistin-Stjørnan 24-24 (14-14)



VB-sigurin á Stjørnuni fyri viku síðani hevði eisini sínar avleiðingar fyri Neistan. Hesin bar nevnliga við sær, at tær bláu vóru trýstar at fáa stig burtur úr heimadystinum móti meistarunum, um tær ikki skuldu søkka alt ov langt aftur í royndunum at røkka finaluplássinum.

Og við javnleikinum sunnudagin prógvaðu tær bláu, at tær væl kunnu bjóða teimum fremstu av. Tí sigurin hesa ferð var so nær, sum hann kundi vera. Men tveir misnýttir 100% kjansir seinastu minuttirnar forðaðu tó fyri hesum.


Stine ein sannur fongur

Dysturin var annars enn eitt prógv um, at Stjørnan í løtuni er í einum aldudali. Hóast liðið telur helst bestu bakketuna í landinum, so hevði Neistin fyri tað nógva stórt hepni við at verja rættiliga flatt. Einastu krossini, sum komu frá meistarunum, vóru frá vinstra bakki, og í teimum løtunum, tá Neista-verjan megnaði at lofta renningunum frá Simonu, hevði Stjørnan ikki so øgiliga nógv annað at bjóða uppá.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gav hetta eisini at bíta, tá 6-8 á máltalvuni varð broytt til 13-10. Fremsta vápnið í hesum var tilgongdin av Stine Mikkelsen, sum sunnudagin spældi sín fyrsta dyst fyri Neistan.

Tað kann væl vera, at Stine bert er 19 ára gomul, men bóltførleikin er á einum støði, sum er sjáldsamur í føroyskum kvinnuhondbólti, og høvdið megnaði støðugt at fylgja við, hóast talan í løtum varð um trýst frá Stjørnuni.

Tí undraði tað eisini, at Stine í rættiliga longum løtum av dystinum slapp at hita beinkin, heldur enn at gera um seg úti á vøllinnum. Variatiónin vantaði í spælinum, tá hon ikki var við í dystinum, og tað gav stjørnuverjuni væl betri arbeiðsumstøður, enn tær annars høvdu.


Ov nógv á Simonu

Og so skerst ikki burtur, at er lagið tað rætta, so hevur Stjørnan eina bakketu, sum er tann sterkasta í landinum. Og tað var fyrst og fremst hendan, sum dróg stigið heim sunnudagin.

Dianne Møller, Durita Ljósstein, Durita Christophersen og Simona Petersen hava allar ta skotstyrkina, sum skal til fyri at hótta mótstøðumálið, og tá tær í løtum fingu glið á, var ikki stórtvegis at gera hjá Fríðu Petersen í Neistamálinum.

Tó var tað merkisvert, at ábyrgdin fyri skothóttanini í so stóran mun er løgd á Simonu Petersen. Eingin ivi er um, at Simona er ein av allar bestu og skotsterkastu spælarunum í landinum. Men við einvíst at spæla upp móti hennara krossum missir álopsspælið stóran part av variatiónini, sum skotstyrkin hjá hinum trimum annars kundi givið.


Aldudalur

Hóast stigið varð fingið til høldar, so gav dysturin kortini greiðar ábendingar um, at Stjørnan í løtuni er í einum aldudali. Ein aldudalur, sum helst eisini er ein náttúrlig avleiðing av, at liðið støðugt hevur verið ígongd síðani kappingarenda í vár.

Hesa ferð kundu Heidi Maria Akselsen ella Trine Mayland punkterað meistararnar, men báðar misnýttu tær opnar møguleikar í seinastu minuttunum.

Hinvegin er heldur eingin ivi um, at Stjørnan aftur fer at lyfta spælið longur upp. Og fremsta málið er tí at avmarka niðurtúrin, sum tær nú eru partur av.

Neistin hevur hinvegin framvegis sama trýst á sær, tí helst skulu tvey stig á borðið, hvørja ferð tær eru á vøllinum. Næsta ferðin verður um tvær vikur, tá Tjaldur kemur á vitjan, og har kann væl vera, at taparin mest sum er fokin í kapprenningini um at enda á øðrum av fremstu sessunum.


Fakta um dystin

Neistin-Stjørnan 25-25 (14-14)

10 min: 5-5

20 min: 10-9

40 min: 16-17

50 min: 21-19

Málskjúttar

Neistin: Trine Mayland 8(4), Nicoleta Radu Hansen 4, Stine Mikkelsen 4, Elin Stakksund 3, Rakul Augustinussen 2, Annika Ljósstein 2, Anja Heinadóttir 2

Stjørnan: Simona Petersen 11(2), Durita Ljósstein 4, Bára S. Klakstein 4, Dianne Møller 3, Durita Christophersen 1, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1

Brotskøst: Neistin 5, Stjørnan 2

Útvísingar: Neistin 3

Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr