Stjørnan útsetti

Eftir at hava funnist hvassliga at øðrum liðum fyri at flyta dystir, noyddist Stjørnan um vikuskiftið at flyta sín dyst. Orsøkin var, at mest sum allur hópurin var seingjarliggjandi

Flyting

»Tá man spælir í tí bestu deildini ? og tað er líkamikið, um tað er í Føroyum ella í Danmark ? ja, so møtir eitt lið upp til sínar dystir, og tað er tað«
Somikið greiður var venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, tá trætumál í vetur tók seg upp um, hví kvinnuliðið hjá Kyndli ikki var møtt til dyst í Klaksvík.
Ta ferðina var stjørnu-venjarin í øðini um, at Kyndil vildi flyta dystin, men um vikuskiftið var støðan nakað øðrvísi.

Undrandi venjari
Ásetti dysturin millum VÍF og Stjørnuna varð nevnliga av ongum, tí Stjørnan hevði biðið um flyting.
Orsøkin var, at stórur partur av leikarahópinum var seingjarliggjandi við krími, og kappingarstjórin hjá HSF eftirlíkaði ynskinum um at flyta dystin. Ein avgerð, sum venjarin hjá VÍF, Sophus Dal Christiansen, ikki var heilt nøgdur um.
- Fyrst av øllum, fær VÍF ein teldupost fríggjadagin at dysturin er útsettur og eingin frágreiðing um orsøkina til tess.
- Eg ringdi til kappingarstjóran hjá HSF, hann greiddi frá, at alt Stjørnuliðið var rakt av krími og allir 17 leikarnin í hopinum lógu meir ella minni í seingini, eisini var venjarin seinglarliggjandi, sigur Sophus.
Víðari sigur hann, at hann eftirfylgjandi hevur fingið at vita, at tvær av leikarunum hjá Stjørnuni vóru uttanlands í arbeiðsørindum, og at eftir tí, sum hann hevði hoyrt, vóru langt ífrá allar á liðnum seingjarliggjandi við krími.
- Og eg veit væl, at vit hava verið í líknadi støðu. Vit útsettu ein dyst í vetur, tá báðar málverjarnir vóru sjúkrameldaðar. Men eg kann so eisini leggja afturat, at vit í ein mánað opereraðu við átta leikarum ? íroknað málverja ? og tá spældu vit so allar dystirnar, sigur Sophus Dal Christiansen, sum annars undrast á, at hópurin hjá Stjørnuni eftir einari viku minkaði úr 17 niður í færri enn sjey leikarar.

Støðan var akutt
Men sambært Rógva Nielsen, so var støðan heilt akutt hjá hansara liði.
- Eg má bara siga, at eg ongantíð hava upplivað slíkt áður. 11 av teimum leikarum, sum vóru á dómaralistanum til steypafinaluna, lógu í seingini. Tað er altso nakað, sum eitur force majoure, og eg trúgvi ikki, at nakað lið í landinum hevði staðið seg, um teimum vantaði 11 leikarar. Tað er rætt, at tvær av leikarunum vóru burturstaddar, men var tað einasti trupulleikin, so skuldu vit nokk spælt dystin. Veruleikin er, at meginparturin av hópinum lá í seingini, og tá kanst tú altso ikki spæla nakran dyst.
- Og læt meg so leggja afturat, at flytingin av dystinum varð gjørd í sátt og semju við HSF, sum er myndugleikin hesum viðvíkjandi. Alternativið var, at vit skuldu hava undantaksloyvi til eina rúgvu av 16 ára gomlum gentum, og eg eri ikki vísur í, at tað vildi verið tað rætta at gjørt, staðfestir hann.