Stjørnan var á odda so at siga alla tíðina, og í hálvleikinum var støðan 16-11 til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki helt Stjørnan tryggu leiðsluna og vann at enda 32-24.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki misti Stjørnan spælstýraran hjá sær. Joan Midjord Djordjevic breyt ein fingur og noyddist á Klaksvíkar Sjukrahús at fáa viðgerð.
Stjørnan er nú fýra stig frammanfyri Neistan í toppinum í Sunset-deildini, og so at siga eingin ivi er um, at Stjørnan verður annað liðið í finaluni í kappingini.