Stjørnan vann trygt

Botnliðið úr Runavík hevði ongan kjans ímóti Stjørnuni, sum vann við 13 málum

Leygardagin spæld Stjørnan næsta dystin innan tveir dagar, og aftur hesaferð vunnu klaksvíkskvinnur tryggan sigur.

Hesaferð var mótstøðuliðið Tjaldri, sum hevur ligið í skeiva endanum av stigatalvuni alt árið. Tjaldur gjørdi tó bart herfyri, tá tær vunnu greiðan sigur á einum Kyndlaliði, sum hevur staðið seg illa í ár.

Lítil ivi var tí um, hvat hesir dysturin skuldi enda við, tí eftir at Tjaldri hevði havt sína løtu fyrsta partin í dystinum, kom heimaliðið fyri seg, og í seinna hálvleiki rann Stjørnan frá gestunum, sum als ikki kláraðu at fylgja við í málskjótingini.

Tjaldur var á odda fyrsta korterið av dystinum, og einu løtuna var tvey mál á muni millum liðini, men tá Stjørnan fyrst hevði tikið Tjaldri, komu gestirnir ongantíð fram um aftur.

Úrslitið av dystinum var 35-20 til Stjørnuna, sum hevur avgreitt silvurmerkini fyri í ár. Liðið var meistari í farna kappingarári, men í ár hevur VÍF verið drúgvir í oddanum. Seinasti dysturin hjá Stjørnuni er ímóti VÍF, og tá hava klaksvíkskvinnur eisini seinasta møguleikan í ár til at vinna á VÍF. Higartil hevur tað ikki eydnast.


Dysturin í tølum

Málskjúttar

Stjørnan: Andrijana Milodanovic 8, Anna Kristina Samson 7, Annika Ljósstein 5, Joan Midjord Joensen 4, Una Olsen 2, Bára Skaale 2, Simona Dziugyte 2, Sólvá Eystberg 2, Berlina Sólsker, Rannvá Andreasen.

Tjaldur: Beinta Joensen 7, Melitza Ergic 6, Jelena Javtic 3 Mona Langgard 2, Kristine Ellingsgaard 2.

Brotskøst: Stjørnan 3, Tjaldur 2

Útvísingar: Stjørnan 4, Tjaldur 4

Dómarar: Hans Thomassen og Hanus Kúrberg.