Stjórnarrit 1 ? Hvat er stjórnarskipan?

Stjórnarskipan Føroya. Nú fara formaður, næstformaður og skrivari í grundlógarnevndini undir greinarøð, har teir gera viðmerkingar til kjakið um nýggja føroyska stjórnarskipan.
Greinarnar eru medvitað polemiskar. Teir leggja fyri við spurninginum um, hvat stjórnarskipan er

Formanskapurin í grundlógarnevndini
Jóan Pauli Joensen,
Kári á Rógvi,
Bárður Larsen
???????????????????????????
Nú geva fólk í øllum londum seg undir politiskar skipanir. Við hvørt verða tey kúgaði og noydd at viðurkenna ávíst stýri. Men í flestu førum taka fólk undir við tí stýri, sum er, um enn tey vilja okkurt øðrvísi og politikarar ella fyrisiting hava framt mong misbrot og mistøk.
Í Føroyum hevur fólkið tikið undir við og virt landsins stýri í so langa tíð, at vit vita ikki rættiliga nær Føroyar eru skipaðar sum land - tað er sum politisk eind við egnum stovnum og lógum. Føroyska tjóðin kennir seg heima í Føroyum, knýtta saman í felagsskap og samleika. Føroyingar virða føroysku stjórnarskipanina - eisini tá mistøk verða gjørd.
Hvør er so stjórnar-skipanin í Føroyum? Ikki er heilt lætt at svara hesum. Serliga kunnu føroyingar vera ósamdir um, hvør skipan okkara er við útlond, fyrst og fremst Danmark.
Í uppskotinum til nýggja samtykta stjórnarskipan fyri Føroyar hava vit roynt at sett orð á verandi skipan:
?Føroyar eru land
?Føroyingar eru fólk
?Føroyar eru við sáttmála knýttar í samveldi
?Føroyar kunnu taka seg úr ella geva seg í samveldi, tá fólkið vil tað

Vit eru í samveldi við Danmark og Grønlandi. Løg-tingið hevur samtykt heimastýrsskipanina og hevur virkað eftir henni. Heimastýriskipanin er sum aðrar avtalur, ið lond gera sínamillum, soleiðis háttað, at hvør parturin hevur líka góðan rætt at tulka hana. Við nýggju stjórnarskipanini samtykkja føroyingar, at hetta er okkara fatan av støðuni.
Hetta er neyvan fjart frá støðuni hjá dønum heldur. Seinast danski forsætisráðharrin alment segði frá donsku støðuni, segði hann, at føroyingar kundu loysa frá Danmark og taka fullveldi, um teir vildu tað. Sjálvur ynskti hann tó, at føroyingar ikki fóru nakran veg stjórnarliga, men heldur valdu at tillaga verandi skipan. Eisini mangir føroyingar halda, at skipanin við Danmark er til fyrimuns fyri okkum, og at vit skulu halda fast við henda felagskap við danska ríkið. Men valla nakar føroyingur ivast í, at vit kunnu taka okkum burturúr, um og tá vit vilja tað.
Ein spurningur verður tí, hvussu vit vita, at føroyingar vilja taka seg burturúr samveldi sínum við Danmark. Uppskot okkara er, at vit samtykkja eina mannagongd, so ongin ivi skal vera.

Vit hava eina skipan til vit velja eina aðra
Onkur hevur hildið, at uppskotið hjá okkum at seta orð á føroysku stjórnarskipanina skal stríða ímóti heimastýrisskipanini ella tingskipanini ella øðrum reglum. Fyrr var illa.
Ein nýggj stjórnarskipan vil altíð onkursvegna verða øðrvísi enn tann, ið er frammanundan, annars er eingin orsøk til broyting. Tingskipanin má sjálvsagt víkja fyri nýggjari - og hægri - stjórnarskipan, og má rættast til, eftir at stjórnarskipanin er samtykt.
Fyri at taka stutt samanum føroyska stjórnarsøgu, so hava vit so mangan fingið brot við eldri skipan. Tá Sigmundur Brestisson skjeyt upp, at tingið skuldi samtykkja at føroyingar skuldu taka við kristnari trúgv, var hetta klárt í stríði við galdandi skipan og kundi kanska av eini løgtingsskrivstovu, um hon hevði verið til, verið víst burtur. Sama var, tá tingið, helst við ringum tannabiti, samtykti at virða norska kongin. Eisini tá kongur í síni tíð tók sær einaveldi og noyddi hampafólk at svørja sær trygdareið, var hetta brandólógligt. Einaveldiskongur setti í gildi kongalógina sum grundlóg. Kongalógin sigur seg at galda ævigt. Longu av teirri orsøk skuldu bæði norska og danska grundlógin verið vístar burtur sum ólógligar og stríðandi móti tí ævigt galdandi kongalógini. Og tó eru tær samtyktar og frammi hvønn dag.
Heimastýrisskipanin er, hugsað á henda hátt, eisini millum herviligastu lógarbrót. Danska ríkisgrundlógin sigur kong at hava vald at skriva út val, staðfesta lógir og velja landsins stjórn. Hon sigur danska ríkistingið eiga vald at samtykkja lógir, áleggja skatt og játta pengar. Men hóast tað, ja so legði heimastýrisskipanin, ið fyrst føroyingar, síðani danir samtyktu, allar hesar heimildir til føroyskar myndugleikar. Grundleggjandi ólógligt! Ella?
Tá danir tó í 1953 smíðaðu og samtyktu nýggja ríkisgrundlóg, søgdu tey lærdu og lógkønu í áliti sínum, at heimastýrisskipanin mátti metast at vera í samsvari við ríkisgrundlógina, tí annars var hon jú ikki sett í gildi.
Sama siga vit. Tá vit hava samtykt hesa stjórnarskipan, og hon ótarnað verður vird og brúkt, so má hon metast at vera í samsvari við verandi skipan - ella at hava broytt verandi skipan.
Í øllum førum eiga vit rættin at siga, hvat vit halda er sambærligt við heimastýrisskipanina. Eftir okkara bestu meting fara danir ikki at móttmæla uppskoti okkara, heldur fara teir at erpa sær úti í víðu verð av, hvussu rúmsátt er í danska ríkinum. Men skuldi danska stjórnin fingið rukkur á pannuleðrið, so er greið mannagongd avrádd í sjálvari heimastýrisskip-anini, hvussu ósemjur um tulkingar skulu loysast. Vit kunnu tó ikki taka ta sorg-ina í forskoti, og enn er henda manngongd ongantíð brúkt, tí danir velja altíð at siga, at tað, sum sett er í gildi, man vera í lagi.

Føroyingar allir mugu taka støðu til, um teir taka undir við uppskotinum um Stjórnarskipan Føroya, tað - og bara tað - ger av, um hon fær gildi.