Lars Løkke Rasmussen er nú fyrrverandi forsætisráðharri. Fyri einum lítlum tíma síðani vóru hann og hinir ráðharrarnir í teirri borgarligu stjórnini á Amalienborg hjá Margrethu drotning og søgdu farvæl.
Aftaná segði Lars Løkke Rasmussen, at hann hevði ikki sagt drotningini endaliga farvæl, men at hann kom aftur eina aðra ferð.
Klokkan hálvgum eitt verður vaktarskifti í forsætismálaráðnum. Tá fer Lars Løkke Rasmussen at handa Helle Thorning-Schmidt ráðstovuna.