Heinesens heiðarar Føroya Skúlabókagrunnur hetta mæta skald okkara við einum savni, sum serliga er ætlað miðnámsskúlunum, men sum í sínum fjølbroytni eisini er bók, sum almenningurin og hin kræsni William lesarin fær sína gleði av. Leikandi løttu týðingarnar av tekstunum er ein gáva til tann føroyska lesaran. Tekstirnir eru allir týddir til hesa úutgávuna og høvuðsdenturin er lagdur á at flyta William varlig aog neyvt yvir í føroyskt, og eisini er dentur lagdur á at varðveita stevið og tónan í máli hansara.
Stjørnuskaldið undir Varða er savn við myndum, tónum og tekstum eftir William Heinesen. Úrvalið er skipað eftir høvuðsevnum í skaldskapi hansara. Savnið er býtt í tríggjar høvuðspartar, ið eita Fólk og samfelag. Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Flestu tekstirnir hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum og eru í fullari longd fyri at geva eina heildarfatan av tí tekstaslagi og evnisøki, sum tekstirnir umboða.
Ymisk skaldskaparsløg og myndasløg eru umboðað í savninum og savnið fevnir um øll øki innan listaliga og bókmentaliga virksemi William Heinesens.
William var heimsborgari, hevur lisið heimsbókmentirnar, kendi teir stóru tónasmiðirnar, myndlistina og heimspekina. Hann skrivaði á donskum, og tí gingu nøkur ár, áðrenn føroyski lesarin tók William til sín sum føroyskt skald. Hugflog Williams fevndi víða, frá gerandisligu smáhendingunum til óendaligu og órannsakiligu stjørnurúmdina. Hann sat uppi undir Varða í Havn í lítlu smáttu sínari og skapti heimsbókmentir. Nógv spyrja, hví William skal týðast til føroyskt, tí at ein týðandi partur av skaldskapinum er tað serstaka danska málið hjá honum. Til hetta er at siga, at serliga í skúlahøpi er William ikki nógv lisin í føroyskum, tí nógvir av tekstum hansara enn bara eru á donskum. Hetta hevur verið stórur missur fyri føroyskan skúlaungdóm, og vónandi fer hetta savn at gagna bæði føroyskum skúlaungdómi og bókmentaáhugaðum við. Endamálið við savninum er at geva eina fjøltáttaða lýsing av listamanninum Williami Heinesen.
Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen, studentaskúlalærarar, hava staðið fyri úrvalinum, hava skrivað um rithøvundin og skrivað inngangirnar til einstøku evnistættirnar í savninum. Axel Tórgarð hevur týtt stuttsøgurnar, Gunnar Hoydal yrkingarnar og Zakaris Svabo Hansen greinirnar. Knút Olsen skrivaði nótarnar til Tívilsdøtur eftir lagi hjá Williami.
Í sambandi við bókarútgávuna hevur Skúla-bókagrunnurin eisini givið út eina plakat við myndevni úr Sjúrðarkvæðunum og tvey postkost, sum eru gjørd úr myndum úr bókini.
Bókin er 195 síður í litum og kostar 170 krónur.