Stjarnan skrivar søgu mikukvøldið

Tað verður á fyrsta sinni, at Stjarnan hevur heimadyst í Champions League kappingini

Tað verður ein søgulig løta á Samsung-leikvøllinum í Reykjavík, mikukvøldið klokkan 18.15 føroyska tíð.

 

Tá spælir Stjarnan við føroyska Gunnari Nielsen í málinum sín fyrsta heimadyst í Champions League kappingini. Stjarnan tekur ímóti søguríka, skotska felagnum, Celtic, sum vann 2-0 á Stjarnuni í tí fyrra dystinum á Celtic Park leikvøllinum í Glasgow. Talan er um annað undanumfar í Champions League kappingini.

 

Samsung-leikvøllurin tekur bara 1.000 áskoðarar, og tað er útselt til dystin ímóti Celtic fyri langari tíð síðani. Bíðirøðin er alilang at fáa atgongumerki til dystin, har Gunnar Nielsen og liðfelagarnir skulu á eina sera torføra uppgávu. Íslendsk lið standa seg tó ofta væl á heimavølli, og tí skal ein ikki útahýsa nøkrum. 

 

Orsøkin til, at bara 1.000 áskoðarar sleppa til dystin er, at Stjarnan hevur bara 1.000 numererað setur, sum eru góðkend av UEFA.