Stjarnan vann á toppliði á heimavølli

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir knógvaðu Gróttu

Stjarnan, ið er liðið hjá Jóhannes Bjørgvin tók í kvøld ímóti toppliðnum, Grótta á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í Hekluhøllini vann Stjarnan 30-29 á Gróttu. Jóhannes var ikki millum málskjúttarnar hjá heimaliðnum í kvøld, men tók nógv tøk í verjuni. 

 

Sambært Morgunblaðnum var hetta gongdin í dystinum: 3:4, 4:6, 6:9, 9:10, 11:13, 16:15, 17:18, 18:21, 21:22, 24:23, 26:25, 30:29.

 

Stjarnan hevur seks stig fyri seks dystir, og er nummar sjey í deildini. 

 

Komandi mikukvøld spælir Stjarnan dyst á útivølli móti Haukum.