Stjørnan vann á VB sum gav klaksvíkingum ein skarpan gang

VB var leingi á odda móti Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík. Men seinastu løtuna var Stjørnan omaná

Nýggja tilgongdin hjá Stjørnuni, Savica Mrkikj skoraði 10 mál í dag

Fyrsti landskappingardysturin í SMS-deildini var leiktur í KÍ-høllini seinnapartin í dag.

 

Stjørnan tók móti VB.

 

Tað endaði við einum 29-26 sigri til heimaliðið, Stjørnuni, men leingi var tað VB sum var á odda í dystinum.

 

VB var á odda 15-12 í steðginum, og vágskvinnur vóru eisini á odda 24-23 tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum.

 

Men so setti Stjørnan endaspurtin í gongd, og aftaná nakrar minuttir høvdu klaksvíkskvinnur vent 23-24 til eina 28-24 leiðslu.

 

Makedonski leikarin, Savica Mrkikj legði hart út í sínum fyrsta dysti fyri Stjørnuna við at skjóta 10 mál. 

 

Durita Krosslá Hjelm var toppskjútti hjá VB við átta málum.

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Nýggja tilgongdin hjá Stjørnuni, Savica Mrkikj skoraði 10 mál í dag