Stjørnuspælari hjá HB til KÍ

Betri deildin kvinnur: KÍ hevur fingið tilgongd av Rebekku F. Benbakoura

Mynd: (ki.fo)

KÍ boðar í kvøld frá á heimasíðuni, at felagið hevur fingið tilgongd av Rebekku F. Benbakoura úr HB. Hon er at rokna sum ein stjørnuspælari hjá HB, sum hevur havt trupulleikar við skaðum í eina tíð.

 

- Styrkur til KÍ Kvinnurnar, sum hava fingið ein av evnaríkastu leikarunum í deildini til at røkja tey álopskendu plássini. Til venjingina hjá kvinnunum sást, at eitt kent andlit í føroysku deildini, var við til venjing. Talan er um Rebekku Benbakoura, sum er uppvoksin í HB. Rebekka hevur nú gjørt avtalu við KÍ, og skal hon nú umboða okkum komandi kappingarár, skrivar KÍ.

 

Í fjør kom hon fyri seg og skoraði seks mál í beint yvir túsund minuttum á vøllinum.

 

Mynd: (ki.fo)