Stjóri skal fyrireika samanlegging

Tað hevur stóran týdning, at ein varandi loysn verður funnin

Tað er ikki nøktandi, at Venjingarskúlin ikki fær ein fastan skúlastjóri, men at tað bara verða settir fyribils stjórar alla tíðina

Tað heldur Gunvør Balle, tingkvinna og tí vil hon nú hava at vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, nær ætlanin er at seta fastan stjóra á venjingarskúlanum í Havn.

 

Av Røttum er tað Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum skal svara.

Men mentamálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at leiðandi starvsfólk í ráðnum er ógegnigt, og tí er eisini alt ráðið sum tað er,  ógegnigt í sambandi við stjórasetanina í Vesturskúlanum.

Tí fór málið víðari til Løgmansskrivstovuna og haðani til landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Men Gunvør Balle vísir á, at Tórshavnar Kommuna hevur samtykt, at byggja nýggjan Vesturskúla, sum skal koma í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan.

- Í løtuni situr enn ein stjóri í fyribilsstarvi á Venjingarskúlanum fram til 1. januar 2015.  

Bæði foreldur og starvsfólk mótmæltu at nýggj fyribils leiðsla enn eina ferð skuldi setast mitt í einum skúlaári, men til fánýtis.

Tað hevur stóran týdning fyri tilgongdina at skipa ein nýggjan Vesturskúla, at allir partar kunnu hava álit á tilgongdini.

- Tað er sjálvsagt ikki nøktandi fyri Venjingarskúlan at hava skiftandi fyribilssettar stjórar í longri tíð.

 

- Tí er neyðugt at fáa staðfest, um og nær ætlanin er at lýsa skúlastjórastarvið til samanlagda Vesturskúlan leyst, soleiðis at ein savnað leiðsla fyri samanløgdu stovnarnar kann fara undir at fyrireika bygging og samanlegging av báðum skúlunum, sigur Gunvør Balle.