Stjórin farin úr starvi

Heilsutrygd hevur ikki havt nóg gott eftirlit við teimum pengum, sum stovnurin umsitir, metir Heilsumálaráðið

Heilsutrygd hevur hvørki tulkað lógina rætt ella havt neyðugt eftirlit við teimum pengum, sum stovnurin umsitur og deilir út, staðfestir ein kanning hjá Heilsumálaráðnum, sum Kringvarp Føroya hevur fingið innlit í.

 

Kanningin, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin á økinum, Karsten Hansen, bað um, vísir at stovnurin hevur havt manglandi eftirlit við teimum pengum, sum stovnurin hevur býtt út, sigur Kringvarp Føroya. Sum dømi verður nevnt ein maður, búsettur í Grønlandi. Hann hevur fingið stuðul úr Heilsutrygd, hóast lógin sigur, at tann, ið fær stuðul, skal vera búsitandi í Føroyum. Tó at Heilsutrygd varð gjørt vart við hetta, helt stovnurin fram at rinda manninum stuðul.

 

Onnur hava fingið frá stuðul frá Heilsutrygd, hóast tey áttu at fingið stuðul frá almannaverkinum, tí talan er um varandi tørv. Heilsutrygd hevur heimild at rinda fyri hjálparráð hjá fólki, ið ikki hava varandi tørv á hjálparráði. Nú vísir kanningin, at pengar eru goldnir út, hóast fólk av røttum áttu at fingið pening frá Almannaverkinum, tí talan er um ein varandi tørv á hjálp.

 

Úrslitið av kanningini var greitt 15. septembur. 3. novembur gjørdi Heilsumálaráðið eina fráfaringaravtalu við stjóran. Tó at hann varð frítikin frá tænastu beinanvegin, er fráfaringaravtalan við stjóran í gildi frá 1. februar. Síðani fær hann uppsagnarløn í seks mánaðir og harumframt eina fráfaringarløn í seks mánaðir aftur at. Sostatt fær Jan Danielsen løn í 15 mánaðir eftir at hann er givin í sínum starvi. Fráfaringaravtalan nevnir tó einki um, hví hann varð uppsagdur.

 

Ongar upphæddir eru nevndar í kanningini, sum Kringvarp Føroya hevur fingið innlit í, og tí er ikki greitt, hvussu nógv Heilsutrygd hevur goldið ov nógv í útgjaldi.