Tað upplýsir danska kongshúsið í tíðindaskrivi.
Leiðararnir fyri donsku flokkarnar skulu í morgin møta í Frederik VIII’s Palæ á Amalienborg, har teir skulu vísa á, hvør eigur at fáa uppgávuna sum nýggjur kongaligur kanningarleiðari.
Javnaðarflokkurin verður fyrstur, tí flokkurin er størstur í Fólkatinginum.
Troels Lund Poulsen tók fyrr í mai yvir samráðingarnar frá Mette Frederiksen, sum hevði samráðst í seks vikur uttan úrslit.
Fyrr í vikuni legði hann fram ætlanir um eina borgarliga minnilutastjórn við Venstre, Liberal Alliance og Det Konservative Folkeparti.
##med2##
Men Moderaterne við Lars Løkke Rasmussen á odda vrakaðu ætlanina í dag.
– Tað hevði verið ein sera ótrygg leið at farið, og tað er ikki tað, Danmark hevur brúk fyri í verandi trygdarstøðu, segði Lars Løkke Rasmussen.
Í samrøðu við TV 2 News í kvøld segði hann eisini, at tað nú helst verður Mette Frederiksen, sum aftur verður forsætisráðharri.












