Eitt sært palestinskt barn verður førtt itl Al-Aqsa Martýranna sjúkrahús í Gaza í dag. ST aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at tey sivilu ofrini í stríðnum millum Hamas og Ísrael ikki kann góðtakast. - Foto: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix

Stjórnin í Gaza: Yvir 13.000 eru deyð

Hamas-stjórnin sigur, at yvir 5500 børn eru deyð, síðani kríggið brast á 7. oktober.

Eitt sært palestinskt barn verður førtt itl Al-Aqsa Martýranna sjúkrahús í Gaza í dag. ST aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at tey sivilu ofrini í stríðnum millum Hamas og Ísrael ikki kann góðtakast. - Foto: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix

Talið av deyðum í Gaza er farið um 13.000, og 30.000 eru særd, síðani kríggið brast á 7. oktober. Tað upplýsir Gaza-stjórnin, sum Hamas leiðir.

Millum tey deyðu eru fleiri enn 5.500 børn, verður sagt. 3.500 eru kvinnur.

Heilsumálaráðið í Gaza hevur áður upplýst, at tað ikki longur kann koma við neyvum tølum fyri deyð og særd. Tí áhaldandi bardagarnir forða fyri, at tey kunnu bjargast.

ST aðalskrivarin Antónia Guterres, sigur í dag, at hann er »djúpt sjokkeraður« av, at tveir ST skúlar í Gaza eru raktir undir ísraelskum flogálopum um vikuskiftið.

Tíggjutals palestinar sigast verða deyðir undir álopunum. Millum teirra fleiri børn og kvinnur.

– Hundraðtúsundtals sivilir palestinar hava søgt sær skjól í ST økjum um alt Gaza vegna áhaladandi bardagarnar.

– Eg endurtaki, at øki okkara eru friðhalgað, sigur Guterres.

Hann sigur, at kríggið millum Ísrael og Hamas hevur kosta »eitt svimljandi tal av sivilum ofrum, sum als ikki kann góðtakast«.

/ritzau/AFP