Tað merkist hjá øllum, at prísirnir eru nógv hækkaðir hetta seinasta árið. Sum vit skrivaðu fyrr í dag, er prísirnir, sum heild, hækkaðir 8,8 prosent hetta seinasta árið. Tað er størsta príshækking í 40 ár, tí vit skulu heilt aftur til fyrst í áttatárunum fyri at síggja nakað líknandi, tí í 1982 hækkaðu prísirnir 10,6 prosent.
Eftir russisku innrásina í Ukraina eru prísirnir í Føroyum, eins og aðrastaðni, hækkaður metnógv. Men sum heild er prísvøksturin hetta seinasta árið umleið tann sami sum hinum norðanlondunum, sum vit ofta samanbera okkum við. Í onkrum norðurlandi hevur hann verið hægri og aðrastaðni hevur hann verið lægri – men í ES londunum sum heild, er prísurin hækkaður eitt sindur meiri enn í Føroyum. Ein orsøk til at tey eru harðari rakt aðrastaðni enn vit eru í Føroyum, er, at tey brúka nógv gass, og tað gera vit ikki, og summastaðni er prísurin á streymi eisini nógv hækkaður
##med2##
Í talvuni omanfyri sæst, at í august vóru prísirnir í Danmark 8,9 prosent hægri enn fyri einum ári síðani. Prísvøksturin í Íslandi og í Svøríki var nakað hægri, ella ávikavist 9,7 og 9,8 prosent. Noreg hevði ein prísvøkstur á 6,5 prosent, sum er nakað lægri enn hjá hinum Norðurlondunum og Evropa annars. Og í ES-londunum er príshækkingin 10,1 prosent.