Umstøðurnar eru so ótolandi og ótryggar, at okkurt má gerast. Tað halda tríggir borgarstjórar í Norðoyggjum og nú heita teir á myndugleikarnar um at seta tiltøk í verk. Teir tríggir borgarstjórarnir eru Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasundi og Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði
Teir vísa á, at fleiri stórarbeið eru ígongd í norðan fyri tunlarnar Norður um Fjall og til tíðir ger tann tunga ferðslan umstøðurnar so ótolandi og ótryggar, at bæði borgarar og vitjandi eru komin illa fyri í tunlunum sum als ikki eru bygdir til slíka ferðslu.
Sum borgarstjórar í Klaksvíkar-, Hvannasunds- og Viðareiðis kommunum vilja vit við hesum rópa varskó. Her má landsstýrismaðurin og Landsverk til verka beinanvegin, siga tey.
Tey fegnast um tær risastóru íløgurnar, sum verða gjørdar, tí tær skapa arbeiðspláss og geva inntøkumøguleikar til øki okkara.
Á Norðtoftum ger Bakkafrost eina stóra og íløgu í eina smoltstøð, og inni í Dølum á Viðareiði verða somuleiðis stór arbeiði gjørd, har smoltstøðin verður bygd út.
Tey fegnast eisini um, at farið er undir arbeiðið at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall, tí tað er heilt vist, at teir fara at menna og styrkja Norðoyggjar.
Men tann nógva ferðslan í hesum sambandi skapar ein ítøkiligan vanda og trupulleika. Eitt nú er osin av ferðsluni til tíðir so tjúkkur, at sýnið er sera vánaligt í tunlunum, samstundis sum trupulleikarnir av mótgangandi ferðslu, og smáum víkiplássum, veksur.
– Her skulu vit samstundis nevna, at fyritøkurnar, sum virka í økinum eisini royna at gera sítt til at bøta um viðurskiftini, eitt nú við at avgreiða tungan flutning um næturnar, siga borgarstjórarnar.
Men nú stendur eitt summar fyri framman, har tað er væntandi, at talið á ferðafólkum í tunlunum fer at økjast munandi komandi mánaðirnar. Tá verður støðan enn torførari og ótryggari, siga borgarstjórarnir.
– Vit vilja við hesum heita staðiliga á landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, og á Landsverk um at seta hóskandi ferðslutiltøk í verk í báðum tunlunum norður um fjall. Og tað beinanvegin, siga tey.
Tey ásanna, at uppgávan er ikki løtt, men hon er neyðug, tí sum myndugleikar hava vit skyldu at tryggja tryggleikan hjá borgarunum.