Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, segði á tíðindafundi í dag, at Svøríki er í einari truplari og álvarsligari tíð.
Tað, sum forsætisráðharrin sipar til, er ógvusligu yvirgangsatsóknirnar í Svøríki seinastu tíðina - við skottilburðum og ógvusligum spreingingum.
Seinastu tvær vikurnar hava fleiri fólk latið lív, og síðstu nátt læt ein 25 ára gomul kvinna lív av einari spreinging.
Í vikuni eru fólk eisini deyð av skotum í Svøríki.
Á tíðindafundi í dag segði Ulf Kristersson, at hansara tankar eru hjá teimum, sum eru rakt av hesum yvirgangi, ið herjar landið.
- Hetta er ein trupul og álvarslig tíð fyri Svøríki, segði forsætisráðharrin, sum legði aftrat, at fleiri børn og ósek menniskju eru rakt av valdsgerðunum.
Hann segði, at tað kann ikki sigast nóg greitt, hvussu álvarslig støðan er.
- Svøríki hevur ongantíð áður verið fyri slíkum. Einki annað land í Evropa hevur verið fyri nøkrum, sum líkist hesum, segði Ulf Kristersson.