Størri nevndarsamsýning í almennum feløgum

Nú skal tað loysa seg betur at vera nevndarlimur í teimum almennu fyritkunum í Grønlandi.

Sambært grønlendska kringvarpinum hava samsýningarnar hjá nevndarlimunum staðið í stað síðani 2009. Síðani er tað vorðið meiri krevjandi at sita í nevndunum, men arbeiðsbýtið er ymiskt millum limirnar, og hatta skal nú síggjast aftur í samsýningini.

 

Í framtíðini skulu nevndarformenninir í fyritøkum hjá tí almenna hava 2,5 ferðir størri samsýning enn teir vanligu nevndarlimirnir.

 

Broytingin ber millum annað í sær, at nevndarformaðurin í Royal Greenland, Niels de Coninck-Smidt, fær 500.000 krónur í samsýning um árið, næstformaðurin fær 300.000 krónur og teir vanligu nevndarlimirnir 200.000 krónur árliga.

 

Onnur feløg, sum heimastýrið eigur, eru eitt nú Air Greenland, Royal Arctic Line, Tele Greenland, Boligselskabet INI og Greenland Holding, og í hesum feløgunum fáa nevndarformenninir 350.000 krónur um árið, næstformenninir 175.000 krónur og hinir nevndarlimirnir 125.000 krónur.

 

Í feløgunum Nuna Oil, Greenland Oil Spill, Visit Greenland og Great Greenland fáa formenninir 150.000 krónur, næstformenninir 75.000 krónur og hinir nevndarlimirnir 50.000 krónur um árið fyri nevndararbeiðið.

 

Eftir teimum gomlu reglunum blivu nevndarlimirnir samsýntir eftir umsetninginum hjá feløgunum. Tað bar í sær, at formanssamsýningin lá millum 100.000 og 400.000 krónur, samsýningin hjá næstformanninum lá millum 50.000 og 300.000, og samsýningin hjá hinum nevndarlimunum lá millum 50.000 og 200.000 krónur um árið, sigur KNR.

 

Kringvarpið leggur afturat, at málið við tí nýggja samsýningarpolitkkinum er at fáa professionell fólk at manna nevndirnar í teimum almemnu feløgunum.