Tað var ein dagin nakað frammanundan, at brúgvin um Streymin varð tikin í brúk í 1973.
Politiska málið var at fara undir Norðskálatunnilin, tá brúgvin var liðug, og Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, og Jógvan Nolsøe, verkfrøðingur, vóru hendan dagin farnir at hyggja at umstøðunum, har tunnilin skuldi gerast.
##med2##
##med3##
Rímiligt hava teir tikið Sundaferjuna ella Trónd úr Havn inn á Skálafjørðin og vóru fyrst farnir eysturum at hyggja at umstøðunum Millum Fjarða. Teir vóru so farnir til gongu upp um fjøll at kanna líkindini vestarumegin, men til alla ólukku var Mikkjal Helmsdal áhaldsin og brákaði beinið.
Støðan var ikki góð, og tað var eitt øgiligt baks hjá Jógvani at fáa Mikkjal, sum var av størstu monnum, oman móti Norðskála. Tað var blivið myrkt, tá teir komu oman, men tað eydnaðist Jógvani at fáa fatur á einum hýruvogni, sum skuldi koyra teir yvir móti byrgingini.
Undir arbeiðinum at dýpa Streymin og at gera sjálva brúnna millum Streymoynna og Eysturoynna, hevði Phil & Søn gjørt eina byrging, sum gekk tvørtur um sundið. Talan var um eina arbeiðsbyrging og óviðkomandi høvdu ikki loyvi at koyra eftir henni. Eysturoyarmegin gekk ein vegastubbi oman til sjálva byrgingina, og hesin vegurin hevði fingið navnið Ho-Chi-Minh geilin, sum í Vietnam var vegurin úr Hanoi í Norðurvietnam til Suðurvietnam. Hóast tað ikki var loyvt at koyra tvørtur um sundið eftir byrgingini, sníktu nógvir bilførarar seg um kvøldarnar og næturnar yvirum. Tá Mikkjal og Jógvan í hýruvogninum komu fram at Ho-Che-Minh geilini, spurdi bilførarin teir báðar, um teir ikki bara skuldu koyra tvørturum.
»Ikki talan um,« segði Mikkjal Helmsdal.
Landsverkfrøðingurin hevði evstu ábyrgd av arbeiðinum, og hann vildi sjálvandi ikki ganga undan at bróta reglurnar, sum vóru galdandi á staðnum.
»Ok, men so mugu vit útvega ein bil at taka tykkum hinumegin. Tað skal eg taka mær av,« segði bilførarin.
Mikkjal og Jógvan rindaðu fyri bilin og fóru so í myrkrinum baksandi oman eftir Ho-Chi-Minh geilini. Sum støðan var við brákaða beininum hjá Mikkjali, tók hetta eina góða løtu, men umsíðir komu teir oman á slætt og fóru tvassandi víðari eftir sjálvari byrgingini.
Tá teir koma yvirum, stendur ein bilur fyri teimum, og teir seta seg inn í bilin. Men tá letur í Mikkjali:
»Hetta er akkurát sami bilur sum tann, vit koyrdu við hinumegin!«
Tá hevði bilførarin skundisliga í myrkrinum koyrt undan teimum oman eftir geilini við sløktum lyktum og smekkað seg yvirum, so hann eisini fekk túrin til Havnar. Mikkjal hevði ivaleyst ein illgruna, men hann lætst sum einki og hevði helst nóg mikið við at hugsa um seg sjálvan.
##med4##
##med5##
120 ár fyri hesa hending, í 1853, varð fyri fyrstu ferð alment borið upp á mál at gera brúgv um Streymin. Tá tóku 146 mans úr øllum bygdunum báðumegin Sundalagið seg saman og buðu sær til at gera eina steinbrúgv um Streymin. H.C. Müller, sýslumaður, handaði løgtinginum umsóknina. Í umsóknini segði Müller, at fólk í Sundalagnum leingi høvdu tosað um at fáa eina brúgv um sundið, tí harði streymurin gjørdi tað mangan tvørligt hjá fólki at sleppa yvirum. Teir 146 bjóðaðu seg sjálvbodnar til at gera arbeiðið, men av tí at tað fór at vera neyðugt at hava ein løntan arbeiðsformann og av tí at nakað av tilfari skuldi keypast, so fingu teir sýslumannin at skriva eina umsókn til løgtingið um stuðul úr Føroya Amts Peningagrunni ella Økonomisk Fond.
Men eingin brúgv kom í 1853, og tað skuldu ganga stórthundrað ár, til fast samband kom millum Streymoy og Eysturoy. Í 1969 vóru menn úr øllum kommununum í Sundalagnum á fundi við løgtingsins vega- og havnarnevnd við einari umbøn um at dýpa sundið við Streymin. Nú varð málið samtykt.
Í lógini um at veita heimild at játta 500.000 krónur til hetta arbeiðið bleiv fyrst og fremst tosað um at gera eina nýtiliga siglingarrennu, tí har sundið var smalast, var tað samstundis so grunt, at siglandi var ikki við deksførum ella skipum. Sum tað skilst, roknaðu menn ikki við, at brúgvin um Streymin fór at koma so skjótt, sum hon kom, eftir at dýpingin fór í gongd.
Til tess at gera eina siglingarrennu var neyðugt at gera eina byrging fyri at steðga sterka streyminum. Landfast var fyrstu ferð í mai í 1970, og hetta var í sær sjálvum ein stórhending. Tá seinastu grótlastirnar knýttu Streymoynna og Eysturoynna saman, kappaðust menn um at verða tann fyrsti, sum gekk millum oyggjarnar.
Um hetta mundið vóru røddir frammi um at lata byrgingina vera og tippa sundið í allar ævir, men hetta sjónarmiðið vann ikki frama. Ikki øll vóru líka fegin um hesa grótbyrging.
Júst í Túni var í 1969 farin undir at ala síl á sjónum beint sunnan fyri Streymin. Fyritreytin fyri ætlanini var, at streymur alla tíðina var við sjálvt aliøkið. Tað vísti seg eisini, at fellið í alibrúkinum var stórt, eftir at byrgingin var komin.
##med6##
##med7##
Tað var kanska meira av tilvild, enn at tað var tilvitað, at brúgvin kom í 1973. Tá Phil & Søn fóru at dýpa sundið í 1970, var einki lógaruppskot lagt fyri løgtingið um at veita pengar til eina brúgv. Ikki fyrr enn byrgingin var komin, sóu menn møguleikarnar at gera brúnna beinanvegin. Mikkjal Helmsdal hevur sagt, at hevði tað ikki lagað seg soleiðis, at byggifelagið, ið dýpti Streymin, fann uppá at byrgja sundið, longu meðan arbeiðið fór fram, hevði brúgvin kanska ikki verið komin tá. Og Mikkjal Helmsdal segði, tá brúgvin var liðug, at politiska vælvildin, ikki minst frá Atla Dam, løgmanni, hevði gjørt, at samlaða arbeiðið gjørdist væl bíligari, enn tað hevði verið at gjørt brúnna nøkur ár seinni.
Siglingarrennan var slakar 250 metrar long og 25 metrar breið og 7000 rúmmetrar av gróti vórðu sprongdir og tiknir upp. Siglingardýpið var fýra metrar á kyrrindum. Tá dýpingin var liðug, varð beinanvegin farið undir at gera brúnna.
Nú varð ein onnur byrging løgd á linjuna, har brúgvin skuldi vera, til tess at gera tað høgligari at gera brúnna.
Arbeiðið tók hálvttriðja ár, og 30. oktober stóð brúgvin liðug. Hon er 220 metrar long, níggju og hálvan metur breið og 17 metrar høg.
Brúgvin kostaði 13 mió. kr. og dýpingin og siglingarrennan góðar tvær mió. kr. Brúgvin um Streymin knýtti tær báðar størstu føroysku oyggjarnar saman, har einir 20.000 føroyingar búðu tá.
Hjá Landsverkfrøðinginum fingu tey ta kenslu, at bæði Eysturoyggin og Streymoyggin blivu dupult so stórar, tá brúgvin knýtti Atlantshavið saman.
##med8##
Sama dag, sum snórurin varð kliptur á brúnni um Streymin hin 30. oktober 1973, bleiv brúgvin um Bosporossundið tikin í nýtslu. Hendan brúgvin knýtti europeiska og asiatiska partin av Turkalandi saman í býnum Istanbul, har 30 kilometra langa Bosporossundið er bindilið millum Svartahavið og Marmarahavið.
Brúgvin um Bosporossundið var ein heingibrúgv og var 1074 metrar long. Hon kostaði 200 mió. dollarar at byggja.
Í 1988 kom ein brúgv afturat, og nú er ein 14 kilometra langur jarnbreytartunnil lagdur undir Istanbul og Bosporossundið.
Brúgvin um Streymin var í 1973 nevnt størsta byggiverk í Føroya søgu. Sum verkfrøðingur av yrki var Atli Dam sera áhugaður fyri brúnni og teimum tunnilsætlanum, sum vóru um hetta mundið. Í løgmansrøðuni í 1972 vísir Atli Dam á, hvussu Mao Tse Tung einaferð tók til um politiska vantrúgv og afturhaldslyndi:
»Fyrndargomul kinesisk søgn er um mann, sum búði í norðasta Kina. Hann var róptur Tápuligi Gamli Maðurin. Hús hansara vendu suðureftir og beint uttan fyri dyrnar vóru tvey risastór fjøll, sum stongdu honum útsýnið suðureftir. Men gamli maðurin var ágrýtin, so saman við synunum fór hann at grava fjøllini burtur við spaka. Ein annar maður nærhendis, kendur sum Hin Klóki Maðurin, sá teir og flenti at teimum og helt fyri:
»Sum tað er býtt av tykkum at fara í holt við hatta – tað er jú ógjørligt hjá nøkrum manstandrum at grava hasi øgiligu fjøllini burtur!«
Tann Tápuligi Gamli Maðurin svaraði:
»Tá eg doyggi, vilja synir mínir halda fram, og tá teir doyggja, eru abbasynir mínir fúsir at taka við og síðani synir og abbasynir og soleiðis víðari. Hvussu høg, tey enn eru, so kunnu fjøllini ikki gerast hægri, og fyri hvørt sindur, vit grava burtur, verða tey so mikið lægri. Hví skulu vit ikki kunna flyta tey?«
Og gamli maðurin helt fram við at grava. Jú, fjøll kunnu flytast – um bara vilji er til tess, og við naivu frásøgu síni lýsir Mao, hvat eldhugi og hugsjónir kunnu fáa eitt fólk at gera. Eisini hjá okkum hava verið nakrir tápuligir gamlir menn, sum við haka, spaka og hjólbøru fóru undir at byggja vegir, grava fyri telefonsteyrum og laða brýr, byrgja orkuna inni, sum áirnar goymdu, og verja móti brimi, og soleiðis vórðu Føroyar bygdar til eitt nútímans samfelag, hóast sonevndir skilamenn úr nærum øllum flokkum vóru ræddir og speirekandi um tað at fáa slíkt at bera til í Føroyum.«
Kelda: Myndstur broytast, Landsverk, Firouz Gaini og Helgi Jacobsen, 2008
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##