Stokkut gleði í Wall Street

Virðishækkingin á marknaðinum í Wall Street í New York í gjár gjørdist ikki drúgv. Tá marknaðurin læt upp seinnapartin, fall Fow Jones-vísitalið 1,9 prosent longu í byrjanini, og ein tíma seinni var tað fallið 2,9 prosent.

Gongdin á teimum evropeisku marknaðunum er at kalla tann sama sum hinumegin Atlantshavið. Tá marknaðurin í Keypmannahavn læt aftur seinnapartin, var vísitalið fyri 20 tær størstu fyritøkurnar fallið 2,3 prosent samanborið við í morgun.

Á franska marknaðinum minkaði virðið trý prosent, áðrenn Wall Street læt upp seinnapartin, skrivar DR.