Fyri fyrstu ferð siga norðmenn, at teir høvdu havt betri álit á Høgra-leiðaranum Ernu Solberg sum forsætisráðharra enn núverandi forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg. Í einari meiningakanning siga 38 prosent, at Erna Solberg hevði verið tann besti forsætisráðharrin, og 31 prosent halda upp á Jens Stoltenberg.
Siv Jensen, forkvinnan í Framburðsflokkinum, fær stuðul frá 29 prosentum, og 23 prosent peika á forkvinnuna í Sosialistiska Vinstraflokkinum, Kristin Halvorsen.
Annars vísir kanningin, at Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharri, er tann best umtókti politikarin í Noregi.