Stoltur málverji og liðskipari (Rás2)

(Rás2) Hoyr Heðin Stenberg seta orð á søta fjórðingsfinalusigurin ímóti EB/Streymi

AB hevur vunnið seg í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Tað er veruleiki aftaná 5-3 sigur aftaná brotssparkskapping. 

 

Jóannes Hansen tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í kvøld: "Fyri aðru ferð í søgu felagsins hevur AB kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið. Eftir at EB/Streymur í hálvleikinum var frammanfyri 2-0, eydnaðist tað AB at svara aftur og at javna til 2-2.

 

 

Støðan var 2-2 eftir longda leiktíð, og so var neyðugt við brotssparkskapping. Í henni vóru argjamenn væl stinnari. Teir skoraðu uppá øll trý skotini. EB/Streymur skoraði eitt mál, í eini roynd varð bólturin sendur upp um málið, í aðrari roynd endaði bólturin á samankomingini, og tá so Heðin Stenberg í AB málinum bjargaði fjórða EB/Streyma sparkinum var tað greitt, at AB fer at halda fram í kappingini.

 

 

AB hevur einaferð áður verið í hálvfinaluni í steypakappingini. Tað var í 2009. Tá var mótstøðuliðið júst EB/Streymur. Fyrra hálvfinalan var á Argjum, og úrslitið var 1-1. Á Eiði vann EB/Streymur 4-1. Bárður Olsen, sum nú er AB miðvallari, skoraði eitt mál fyri EB/Streym, og Sorin Anghel, sum nú er venjari á Argjum, skoraði eitt av EB/Streyma málinum.

Tað árið - í 2009 - tapti EB/Streymur ólavsøkudag steypafinaluna 3-2 ímóti Víkingi."

 

 

Tað var ein glaður og stoltur liðskipari og málverji hjá AB Tróndur Arge fekk orðið á aftaná dystin. Heðin Stenberg er sera fegin um hvussu hann og liðfelagarnir fingu strítt seg innaftur í dystin, tí tað sá heldur svart út tá fyrri hálvleikur var leiktur.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrst hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Heðin Stenberg bjargaði tí avgerandi brotssparkinum hjá Pæturi Petersen. Hoyr síðani samrøðuna Tróndur Arge hevði við Heðin Stenberg. 

 

 

 

 

Samrøðan Tróndur Arge hevði við Hans Paula Samuelsen hjá EB/Streymi hoyrist HER

 

 

Við at trýsta HER ber til at lesa tekstfrásøgnina og samanumtøkuna hjá Jóannesi Hansen frá dystinum. Og til ber eisini at hoyra hæddarpunktini frá dystinum. Tróndur Arge segði frá á Rás2 og Teitur Joensen var viðmerkjari.