Stongdu Norðskálatunnilin í gjár

Seinnapartin í gjár varð Norðskálatunnilin stongdur eina løtu. Orsøkin var, at løgreglan hevði fingið fráboðan um, at okkurt hekk niður úr tunlinum.

 

Tað var beint áðrenn klokkan tvey, at fólk byrjaðu at ringja til løgregluna, um at okkurt hekk niður frá loftinum í Norðskálatunlinum.

 

Løgreglan kannaði málið og tá vísti tað seg, at tað var ein bjálki, sum hekk leysur. Løgreglan valdi at steingja tunnilin, meðan Landsverk festi bjálkan aftur.

 

Ikki er greitt, um bjálkin er loysnaður av sær sjálvum ella um ein bilur hevur borið við hann, so at hann er loysnaður.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eingin skaði stóðst av trupulleikanum.