Christiania er stongt í hesum døgum. Júst sum bókasavnið, handlarnir og bensinstøðirnar eru tað. Tað er ikki hent áður, síðani aktivistar í 1971 valdu at búseta seg í býarpartinum á Christianshavn, sum í dag telur 34 hektar og umleið 700 íbúgvar.
Orsøkin til afturlatingina er sperda støðan, frístaðurin og íbúgvar tess eru komin í. Eitt ultimatum frá donsku stjørnuni. Annaðhvørt játta tey, at ein stórur partur av bústøðunum verða partur av einum almennum bústaðarfelag, ella keypa tey sjálvi bygningarnar.
Trupulleikin
Sum støðan er í dag, eiga íbúgvarnir á Christinia ikki bygningarnar, tey búgva í ella grundstykki, tey hava bygt á. Tað hava tey ongantíð gjørt, síðani fólk fluttu til staðið í 1971. Kortini búsettust tey har í tómu bygningunum, sum vóru har frammanundan. Síðani hava tey bygt nýggj hús, útbygt og umvælt tey gomlu. Fram til 1989 var eingin lóg á økinum. Í 1989 kom so lóggáva, har tað var staðfest, at Christiania var undantikið vanligu byggilóggávuni, umframt at christianittarnir høvdu nýtslurætt til økið og bygningarnar.
Tey, sum búgva í hesum bygningum rinda ikki húsaleigu, men eitt nýtslugjald á 1400 krónur um mánaðin. Hesin peningur fer til at reka og varðveita Christinia. Harumframt rinda íbúgvarnir, eins og øll onnur, streym, hita og aðrar útreiðslur.
Støðan við íbúgvunum og bygningunum merkir, at eingin kann selja húsini og soleiðis fært tú heldur ongan fíggjarligan vinning burtur úr íløgum sum útbygging ella renovering. Hetta fær hann, sum yvirtekur húsið, hinvegin gleði av. Hvør tað er, verður avrátt á einum borgarafundi, har allir christianittar kunnu greiða atkvøðu. Tað merkir, at tað er gott at kenna onkran, sum er inni í hitanum frammanundan, tí ofta ganga húsini í arv soleiðis skilt, at børn, familja ella vinfólk yvirtaka bústaðin, sum onkur flytir frá. Men í prinsippinum kunnu ein og hvør, tú og eg, søkja um ein bústað á Christinia.
Áðurnevnda avtala frá 1989 varð uppsøgd í 2004 og síðani hava staturin og Christiania togast aftur og fram um, hvør eigur rætting til økið og bygningarnar.
Hava stongt Christinia
Í februar kom endaliga svarið í hesum stríðnum. Hægstirættur staðfesti í februar, at danski staturin eigur bæði jørð og bygningarnar á Christiania. Hetta hevur politiski myndugleikin tikið til sín og handlar hareftir. Tey ynskja at fáa skil í og skipaði viðurskifti á Christinia. Tí hevur Slots- og ejendomsstyrelsen bjóðað Christinia at keypa ognirnar har fyri 150 milliónir krónur. Fermetraprísurin verður sostatt 3.100 krónur, sum er munandi bíligari enn fermetraprísurin fyri ognir, sum liggja í grannalagnum. Her er fermetraprísurin omanfyri 30.000 krónur.
Í flestu førum ljóðar hetta sum eitt einastandandi tilboð, men ikki fyri christianittarnar. Fyri tey er hetta enn ein liður í at normalisera Christiania. Ein staðfesting av, at tað sum av politikkarum fyri 40 árum varð góðtikið sum eitt sosialt eksperiment, er eitt yvirstaðið kapittul.
Christianittarnir mugu umhugsa støðuna. Koma til eina niðurstøðu og boða fíggjarmálaráðharranum Claus Hjort Frederiksen frá. Í dag er fríggjadagur. Leygurdagur. Sunnudagur. Mánadagur. Tá skulu bæði tey og hann vita, um Christiania keypir ognirnar, sum staturin eigur, ella um ognirnar skulu verða partur av einum almennum bústaðarfelag. Tvinnir eru kostirnir og hvørgin er mjúkur.
Christianittarnir stúra nevniliga fyri, at tað kann enda við eini kapitalisering av bústaðunum, sum í síðsta enda hevur við sær, at margfeldni fellur burtur og at rík saman við øðrum ríkum koma at mynda økið.
»Henda avtala merkir, at vit fáa meiri av tí, vit hava ov mikið frammanundan«, hava Unge Christianitter sagt.
Enn eitt stig á vegnum
Christiania er romantiskt. Christiania er ræðuligt. Meiningar eru mangar og myturnar eru upp aftur fleiri. Lat okkum tí fáa nakrar av hesum beindar av vegnum.
Hassj er ikki lógligt har. Eins og alla aðrastaðni í danska kongaríkinum er tað bæði bannað at dyrka, selja og keypa hassj. Eisini á Christinia. Øll, sum búgva á Christinia rinda skatt sum øll onnur. Christinia er ikki ein sjálvstøðugur partur av Danmark, og tískil galda landsins lógir eisini har. Tað merkir, at allir vegirnir hava eitt navn og øll húsini eitt nummar. Tað merkir eisini, at sama roykibannið er galdandi innandura, sum tað er aðrastaðni í Danmark. Verður roykibannið brotið á eitt nú einum vertshúsi ella á eini kafe, kann løgreglan lata staðið aftur.
Tá alt hetta er sagt, er tað ógvuliga ymiskt, hvussu lógirnar verða tolkaðar. Roykibannið ganga tey rímiliga høgt uppí. Hetta verður kortini gjørt við einum skeivum smíli. »Ryg venligst din joint udenfor«, stendur á einum skelti inni á spælistaðnum Loppen. Ein sjálvironisk staðfesting av, at hóast forboð í móti hassj, er tað meira vanligt at síggja fólk við eini joint í hondini enn eini vanligari sigarett inni á Christiania.
So heilt normaliserað er Christiania tó ikki – enn.
Pusher Street
Tað er eisini munandi lættari at fáa fatur á hassj, pott ella skunk, enn tað er at fáa fatur á einum vanligum pakka av Prince á Christiania. Kioskirnar eru ikki so nógvar í tali, men tað eru básarnir á høvuðsgøtuni hinvegin. Henda gøtan ber ikki einkisigandi navn so sum Palermovej ella Dronningensgade. Vegurin úti á Amager, Palermovej, hevur akkurát einki við Italia at gera og eg ivist í, um drotningin nakrantíð hevur verið á Dronningensgade í Christianshavn. Høvuðsgøtan í Christiania eitur hinvegin Pusher Street. Stutt og greitt. Har er einki at fara skeivur av.
Básarnir eru júst sum básar, vit kenna frá jólasølum og líknandi. Ymsir til støddar og við ymsum úrvali. Tey koyra eisini við tilboðum. Ein joint fyri 50 krónur, tríggjar fyri 120. Har ber til at keypa liðugtballaðar joints, klárar at festa í og roykja. Har ber eisini til at keypa sær eitt gramm ella tvey av hassji ella onkrum øðrum og so balla sjálvur.
Har er einki goymt av vegnum. Alt er frammi og tú fert beint til básin og keypir. Ivast tú, so spyrt tú. Júst sum í einum og hvørjum øðrum handli.
Lívið, handilin og sølan kring Pusher Street er eisini ringa samvitskan hjá bæði politikkarum og løgreglu. Á Christiania verður ikki selt í myrkum krókum, men á alljósum degi á víðopnum gøtum. Øll vita tað og øll síggja tað. Men tað er ólógligt og ólógligheitir kunnu ikki góðtakast. Spurningurin er tí ikki, um nakað skal gerast við tað, men heldur hvat skal gerast við tað.
Fyribilsinnsatsurin frá løgregluni er, at gera rassia við jøvnum millumbili. So seint sum 12. apríl vitjaði løgreglan á Christiania, har tey løgdu slag á omanfyri eitt tons av hassj og omanfyri 200 kilo av skunk, og handtóku sjey fólk.
Fyri nøkrum árum síðani var innsatsurin meira miðvísur. Í 2004 kom løgreglan við bulldosarum, ruddaði Pusher Street og handtók 53 fólk. Myndugleikarnir vóru fegnir. Klappaðu sær sjálvum á ryggin og søgdu, at nú var hassjhandilin ein farin tíð. Søga.
Veruliga úrslitið var júst tað øvugta av tí, politikkarar og løgreglan droymdu um. Áðrenn Pusher Street varð ruddað hevði løgreglan eitt hampiligt yvirlit yvir hassjhandilin. Hann var í stóran mun savnaður á Christiania, har tey sambært Berlingske tá seldu umleið 50 kilo av hassj dagliga. Fyrimunurin var, at tað var lættari at halda eygu við tí, sum fór fram, umframt at Christiania ikki góðtekur sonevnd hørð rúsevni, eitt nú ekstasy, amfetamin og kokain.
Eftir ógvusliga innsatsin fyri sjey árum síðani, spreiddist hassjhandilin kring allan býin. Sambært danska blaðnum Information hava ongantíð áður so nógv selt hassj sum tey gera nú, og ruðuleikin á marknaðinum hevur ongantíð verið størri enn tann sami. Fólk selja á torgum, í parkum, í bilum og í íbúðum. Sambært somu avís kanst tú eisini ringja og fáa hassj borið til dyrnar. Júst sum við eini pitsa, so ringir tú til De Brune Bude, sum so koma við tí, tú hevur biðið um.
Eftir at Ungdómshúsið á Nørrebro varð tikið niður í 2007, mátti løgreglan brúka orkuna upp á trupulleikarnar, sum stóust av tí, og so líðandi komu básarnir á Pusher Street aftur til sjóndar. Í dag er sølan av hassj á Pusher Street næstan líka sjónlig sum fyri sjey árum síðani, umframt at sølan av hassj kring Keypmannahavn er nógv vaksin.
Sostattt er sølan av hassj bara vaksin síðani 2004, staðfestir Information.
Rockararnir og frístaðurin
Ein av heilt stóru broytingunum á Pusher Street í dag og í 2004 eru rockararnir. Hells Angels stýrir stórum pørtum av hassjsøluni á Christiania. Stórir, breiðir, skalluttir mans, sum ikki himprast við at lata kúlurnar tala. Ein bólkur við limum, sum hava fleiri dráp á samvitskuni. Harðskapur og brotsgerðir eru við til at fíggja virksemi hjá hesum bólki, sum stendur í beinari andsøgn við alt tað, Christiania annars stendur fyri.
Tí eiga íbúgvarnir á Christiania eisini at taka í egnan barm, stóð at lesa í oddagrein í Politiken herfyri.
»Tað er ein praktisk hugmynd hjá christianittunum, at størsta trýstið mótvegis Christiania kemur úti frá. Men um christianittarnir ikki rætta bringuna upp móti rockararumhvørvinum, hvørs vald bara veksur, upploysist frístaðurin innanifrá.
Romantisku ímyndirnar um felagsogn, grunddemokrati og harmoni verða verðandi ímyndir, so leingi christianittarnir lata seg kúga av rockarum, sum vinna milliónir upp á alskyns brotsgerðir, frá vápnasølu til sølu av kvinnum«, stóð at lesa í blaðnum í februar.
Rockararnir eru eisini tað, tey flestu taka frástøðu frá, tá tey verða spurd, um tey eru fyri ella í móti Christiania. Men rockararnir eru ein partur av Christiania. Tað eru løgnu húsini, skeivu gøturnar, mongu hundarnir, vakra listin, góði maturin, livandi tónleikurin og stuttligu fólkini eisini, eins væl og bumsarnir, misbrúkarar og lógloysi eru tað.
Fríplássið, sum Christiania er, er sanniliga eitt frípláss. Eitt frípláss fyri øll – eisini tey kriminellu. Mánadagin fáa vit greiði á, hvussu lagnan hjá hesum fríplássi kemur at vera.