USA, Kanada, Brasilia og Argentina eru á skránni tá Týr komandi ár spælir 37 konsertir í Amerika.
Í heyst gav Týr út sína nýggjastu útgávu Valkyrja á kaliforniska plátufelagnum Metal Blade Records, og okkurt kundi bent á, at bólkurin komandi á fer at gera nógv burturúr at marknaðarføra útgávuna í Amerika.
Longu nú eru 35 konsertir kunngjørdar í tíðarskeiðinum 14. februar til 29. mars í Norður Amerika. Har býir sum New York, Boston, Chicago, Houston, Dallas, San Francisco, Philadelphia, Las Vegas, Seattle, Calgary, Montreal, Toronto og Quebec umframt nógvar aðrar eru á skránni.
Í mai-juni verður aftur farið vestur um hav, tá Suður Amerika er á skránni. Higartil eru konsertir í Sao Paulo í Brasilia og Buenos Aires í Argentina kunngjørdar.
Ein konsert er kunngjørd í Evropa, tað er á Sabaton Open Air í Falun í Svøríki 16. august. Um vit sleppa at síggja Týr á føroyskum palli komandi summar er ikki greitt enn.