Stór ruskbingja tikin av vindi

Bingjan í Elduvík endaði mitt í ánni í nátt

Tað hevur verið rættiliga fitt av vindi í nátt, men í hesum føri hevur stormurin rakt serliga hart í Elduvík.

 

Har søgdu eldri menn í morgun, at teir mintust næstan ikki so nógvan vind.

 

Tað gav eisini at bíta, tí vindurin var so nógvur, at hann tók ruskbingjuna av ruskplássinum høgrumegin, og syfti hana mitt oman í ánna.

 

Christina Waag Villadsen hevur tikið myndina