Tað boðar Gigni frá.
Mælt verður til, at bæði gentur og dreingir verða koppsett, tá tey eru 12 ár. Tey sum eru millum 12-17 ár fáa koppsetingina ókeypis.
HPV smittar við kynsligari samveru og er eitt vanligt virus, serliga millum ung undir 30 ár. Í flestu førum berjir kroppurin ígerðina niður sjálvur, men hjá summum verður støðan varandi og kann gerast til kyknubroytingar, sum kunnu føra til krabba. Hít forðar ikki HPV-smittuni, tí HPV kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini.
Við HPV koppseting, ger kroppurin eina verju fyri virus og verjir fyri komandi smittu. Mælt verður fólki til at koppseta seg, áðrenn tey eru virkin kynsliga.