Stór uppgáva hjá U21-landsliðnum í dag

U21: Føroysku spælararnir skulu fyrireika seg til sterkastu mótstøðu í hesum bólkinum

Føroyska U21-landsliðið skal í dag takast við franska U21-landsliðið, ið verður mett sum eitt tað besta í heiminum. Dysturin verður á Ovara vølli og byrjar klokkan 17.30.

 

U21-landsliðið var skert undan dystinum í Armenia, har vit taptu 2-0. Hanus Sørensen var við í Armenia, men var ikki partur av dystinum. Hann hevur fingið koronu og er tí ikki partur av hópinum longur. Hann er enn í Armenia í sóttarhaldi.

 

Í dystinum bleiv Bárður á Reynatrøð, málverjin úr Víkingi, skiftur út eftir ein ógvusligan samanstoyt, har hann fekk eina stempling í andlitið. Hann er nú testaður upp til fleiri ferðir, og lækni og serfrøðin sigur at hann er klárur til dystin í kvøld.

 

U21-landsliðið er longu uttan spælarar sum Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi, Lukas Giessing, Hanus Sørensen, Magnus Holm Jacobsen og Jonn Johannesen, ið allir eru týðandi spælarar, men hetta gevur so bara øðrum møguleikan í dag.

 

Úr U21-leguni verður sagt, at Frakland er millum sterkastu U21-landsliðini, sum Føroyar hava spælt ímóti. Eiin serlig orsøk er, at teir spæla sera beinleiðis fótbólt. Í mun til eitt nú Spania, ið spældi bóltin nógv runt, so spælir franska landsliðið beint móti málinum.

 

Afturgangarar frá 2017

 

Sum vit skrivaðu á in.fo í gjár, so er talan um fleiri sterkar spælarar á franska landsliðnum. Hetta eru nakrir av sama árganginum, sum møttust til U17 EM-endaspælið í Kroatia í 2017.

 

Tá vann Frakland á einum føroykum liði, ið taldi spælarar sum Báður á Reynatrøð, Símun Sólheim, Sjúrður Pauli Nielsen, Dann Fróðason, Stefan Radosavljevic og Elias El Moustage, sum allir eru við aftur í dag.

 

Á franska liðnum gongur serliga eitt navn aftur. Tað er Amine Gouiri. Hann bleiv toppskjútti í kappingini og skoraði hattrik í dystinum móti Føroyum. Amine Gouiri spældi tá við Lyon, men spælir í dag við Nice, har hann hevur skotið 15 mál í 37 landskappingardystum.

 

Helst mest spennandi navnið á vøllinum í dag verður Eduardo Camavinga. 18 ára gamli miðvallarin hevur júst skift frá Rennes til Real Madrid. Prísurin kann fara heilt upp í 300 milliónir krónur.

 

Hann verður mettur sum eitt tað mest spennandi miðvallarnavnið í løtuni. Hann er ikki ein, sum skjýtur nógv mál, men hann er ein bóltvinnari, góður dribblari og hevur gott eyga fyri spælinum. Hann hevur verið settur í samband við tey flestu av stórfeløgunum, áðrenn hann skifti til Real Madrid, har hann hevur gjørt ein seks ára sáttmála.

 

Føroyar og Frakland spæla á Ovara vølli í Gundadali í dag klokkan 17.30. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

 

##ms##