Tá Johanna Johannesen Bylov fór úr Føroyum til Danmarkar á jólum, bleiv hon tikin í tollinum fyri at hava spik við sær.
Johanna fekk bræv frá politinum um, at hon skuldi gjalda 5.000 krónur fyri hetta. Av tí at hon býr í Danmark, so ber nevniliga ikki til hjá henni at innflyta grind uttan víðari, tí donsku ásetingarnar um innflutning av grind eru strangari enn altjóða ásetingarnar.
– Tað er løgið, at ongin veit nakað um hetta nakrastaðni. Eg haldi, at fólk skulu vita av hesum, sigur Johanna Johannesen Bylov, sum ikki visti av hesum.
Hon hevur síðani roynt at funnið útav, hvussu man kann fáa loyvi til at taka grind við sær, men tað vísti seg at blíva ein størri avbjóðing.
Les samrøðuna við hana í Sosialinum.