Kappingarárið hjá frælsa ítróttinum tekur nú dik á seg, tá 1. umfar í TF Stórkappingini byrjar á Tórsbreyt á miðdegi. Tað er tað, sum áður var kallað Grand Prix, sum nú eitur Stórkappingin.
Kappast verður í trimum umførum, og fyrsta umfari verður á Tórsbreyt í dag. Kappingin byrjar klokkan 12 og seinasta greinin byrjar klokkan 15.10.
Yvir 200 íðkarar hava boðað frá luttøku til 1. umfarið, sum Hvirlan, annað av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Havnini, skipar fyri.
Kappast verður í flest øllum kappingum, sum vit kenna frá frælsum ítrótti, og í ár verður aftur kappast í rimarenning, sum annars ikki var við í fjør.