Nógv vindur er kring landi, og nú mæli løgreglan fólki frá at fara út, har ættin er ring.
– Til vindurin minkar út á seinnapartin, mæla vit fólki frá at fara út, um tað ikki er neyðugt. Nógvastaðni fúka leysir lutir runt og tilfar loysnar frá húsum.
– Tó er ættin ikki so ring allastaðni – fólk verða biðin um at brúka skilsemi, sigur løgreglan í ávaring.