Tað er aftur rættiligur stormur í dag, og tað ávirkar samferðsluna.
Øll sigling upp á Skúgvoy er avlýst í dag, og Bydgaleiðir koyra heldur ikki ímillum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík í dag.
Somuleiðis er flogferðslan tarnað. Atlantsflog upplýsir nevniliga at øll flogferðsla í dag er avlýst - uttan eitt flogfar. Tað er flogfarið, sum skuldi koma úr Stavanger í morgun, men tað flýgur uppi yvir Føroyum í hesi løtu, tí tað fær ikki sett seg, og enn er óvist, hvussu verður við tí.
Men annars kemur onki flogfar í Vágar í dag og onki flogar fer heldur úr Vágum í dag, sigur Atlantsflog. Men tað nýggjasta er, at seint seinnpartin verður støðan eftir. Men annars broytast umstøðurnar skjótt so hjá ferðafólkið er er bara at fylgja við hjá Atlantsflogi.
Hann er útsynningur og sunnan í dag, upp í 28 metrar um sekundið í hvirlunum í Vágum og rað er ringasta ætt á flogvøllinum.