Stórsigur og tap hjá føroyingaliðunum í Íslandi

ÍBV vann stórsigur á útivølli, og Haukar taptu á heimavølli

Tað var ein misjavnur dagur hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku kvinnudeildini í hondbólti í dag. 

 

Liðið hjá Ingibjørg Olsen, ÍBV vann risasigur 40-21 á Selfossi á útivølli. Alt var avgjørt í fyrra hálvleiki. Í steðginum var ÍBV á odda 23-4.

 

Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum taptu á heimavølli á Hafnarfirði 25-31 fyri Stjørnuni. Stjarnan var á odda 19-16 í steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki kom Stjarnan framum 26-19, og tá gjørdist tað sambært Morgunblaðnum bert ein spurningur um hvussu stórur sigurin fór at vera.

 

Natasja skoraði tvey mál fyri Haukar í dag. 

 

Komandi leygardag tekur ÍBV móti Fram úti á Heimaey. Sama dag spæla Haukar á útivølli í Kópavogi móti HK.

 

Støðan

 

NrLið:DystirVJTMálmunurStig
1Valur131021387:30822
2ÍBV131102373:31822
3Stjarnan13913363:30219
4Fram13814357:29217
5KA/Þór13508319:34410
6Haukar13409353:3808
7Selfoss132011339:4134
8HK131012284:4182