Stórsigur til Noreg

Norsku hondbóltskvinnurnar hava vunnið síni fyrstu stig í HM-endaspælinum í Danmark

Norsku hondbóltskvinnurnar komu í dag á stigatalvuna í bólki D, tá tær vunnu ein trivaligan 39-13 sigur á Puerto Rico. Í steðginum vóru norsku kvinnurnar á odda 17-6. 

 

Norsku kvinnurnar hava nú tvey stig aftaná tveir dystir. Rumenia og Russland eru á odda í bólki D við fýra stigum í part. Í morgin spælir Noreg ímóti Kasakstan, sum hevur tapt báðar dystirnar higartil í kappingini. 

 

Úrslitini í HM-endaspælinum í dag :

 

Noreg-Puerto Rico 39-13 (17-6)

Kongo-Brasil 11-26 (4-14)

Kasakstan-Rumenia 20-36 (12-18)

Suðurkorea-Frakland 22-22 (11-11)

Russland-Spania 28-26 (16-14)

Týskland-Argentina 33-13 (17-8)