Á Argjahamri gjørdu tey aftur nógv burturúr nýggjárshaldinum. Á skránni var bæði kyndlagonga við hornblásara og trummuspælara. Stórt bál var kynt, og nógv í tí ovasta býlinginum á Argjum høvdu veruliga keypt fýrverk inn, so tað sást og hoyrdist aftur.
In.fo filmaði eina løta um middagsleitið, og á hesari YouTube upptøkuni sæst og hoyrist hvussu stórsligið tað var hesa løtuna: http://www.youtube.com/watch?v=YSV9ug0dSkY&feature=youtu.be
(Mynd: Margreth Olsen)