Stórt finaluvikuskifti fyri framman

Ársins steypafinalur í yngru deildunum, og steypafinalan hjá kvinnum vera á Tórsvølli komandi vikuskifti, skrivar Fótbóltssambandið

Ársins steypafinala hjá kvinnum, sum í ár er millum NSÍ og KÍ, verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19:15 - Mynd: Bjarni Enghamar

Ársins steypafinalur í yngru deildunum, og steypafinalan hjá kvinnum vera á Tórsvølli komandi vikuskifti, skrivar Fótbóltssambandið. Fríggjadagin 6. og leygardagin 7. oktober verður Tórsvøllur karmur um stórt steypafinaluvikuskifti.

 

Sjey av átta steypafinalum, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í ár, verða nevniliga á skránni hesar dagarnar. Fríggjadagin eru tað U16 Gentur og U21, ið fara á vøllin. Leygardagurin byrjar longu klokkan 10, tá U13 dreingirnir spæla, og dagurin endar við steypafinalubrakinum hjá kvinnum millum NSÍ og KÍ.

 

Fríggjadagin 6. oktober

 

Kl. 17:00 Skála – B36 (U16 Gentur)

 

Dómari: Annika E. Breiðaskarð

 

Kl. 20:00 HB – B36 (U21)

 

Dómari: Heini Viðoy

 

Leygardagin 7. oktober

 

Kl. 10:00 Víkingur – EB/Streymur (U13 Dreingir)

 

Dómari: Dominick Troleis

 

Kl. 11:30 B36 – FC Hoyvík (U13 Gentur)

 

Dómari: Annika E. Breiðaskarð

 

Kl. 13:00 HB – B36 (U15 Dreingir)

 

Dómari: Annfinn Hjaltalin

 

Kl. 16:00 HB – NSÍ (U17 Dreingir)

 

Dómari: Dávid Sjóstein

 

Kl. 19:15 NSÍ – KÍ (kvinnur)

 

Dómari: Høgni Madsen

 

Í kappingini um Løgmanssteypið skulu seinnu hálvfinalurnar, sum eru millum HB og 07 Vestur, og B68 og EB/Streym, spælast, áðrenn greitt er, hvørji lið koma í finaluna.

 

HB og 07 Vestur møtast aftur mikudagin 4. oktober. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1. Seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym verður mikudagin 11. oktober. Fyrru hálvfinaluna vunnu toftamenn 3-0.

 

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. november klokkan 17:00.

 

Ársins steypafinala hjá kvinnum, sum í ár er millum NSÍ og KÍ, verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19:15 - Mynd: Bjarni Enghamar