Boripallurin West Hercules er nú komin inn á Skálafjørðin.
Tað hevur verið ein ordilig attraktión hjá fólki av landi at fylgja boripallinum inn eftir Skálafjørðinum nú seinnapartin.
Rættiliga nógv fólk hevur eygleitt pallin, sum við sínari risastødd rættiliga tekur seg út á fjørðinum.
Fólk hava tikið myndir og kykmyndir, og longu nú eru nógvar myndir og stuttfilmar at síggja ymsastaðni á netinum.