Leygardagin 19. desember klokkan 16 - tað er í morgin - verður stórt jólatiltak fyri øll á Sandi.
- Barnakórið í barnagarðinum fer at syngja jólasangir, og nýstovnaða harmonikufelagið fer at spæla jólaløg. Kaffi, køkur og bollar verða at fáa á flakavirkinum.
Sagt verður av Sandi, at jólaskipið við jólamonnum leggur at Úti í Støð klokkan 17, og tá jólamenninir eru komnir í land, verður farið norður í jólabygdina at býta pakkar út.
- Jólagløggur og eplaskivur verða síðan at fáa á Mørkini Miklu, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat.