Granskingarráðið skipaði saman við granskingarráðum og stovnum í Íslandi og Grønlandi fyri einum tiltaki við framløgum um granskingarsamstarv í útnorði á stóru Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík í farnu viku. Umleið 50 fólk nýttu høvið at hoyra um møguleikar og ætlanir fyri samstarvi millum granskarar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi, skrivar gransking.fo.
Granskingarráðini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi hava undirskrivað samstarvsavtalur. Í august skipaðu granskingarráðini fyri eini stórari verkstovu í Føroyum, sum nevndist GLISFO. 70 granskarar úr teimum trimum londunum hittust at kunna seg við gransking hjá hvørjum øðrum og kanna møguleikar fyri samstarvi.
Tiltakið á Arctic Circle var framhald av GLISFO ráðstevnuni, og fleiri úrslit frá verkstovuni og dømir um nýggj samstørv vórðu tikin fram.
Eitt høvuðsevni í granskingarsamstarvinum er, hvussu londini kunnu útvega meira fígging til gransking. Londini eru smá og hava avmarkaða orku at luttaka í altjóða granskingarsamstarvi í teirra øki. Samstundis er alneyðugt at vera við í altjóða samstarvi, tí stórur tørvur er á meiri vitan um millum annað árin av veðurlagsbroytingum og avleiðingar av spentu støðuni í heiminum fyri trygdina í økinum, skrivar gransking.fo.
Tey, sum hildu framløgur vóru:
Pia Hansson, Ísland
Rasmus Leander Nielsen, Grønland
Halla Nolsøe Poulsen, Føroyar
Sigurður Óli Siðurðsson, Ísland
Annika Sølvará var orðstýrari.
Mynd: Pia Hansson, stjóri á deildini fyri altjóða viðurskifti á Háskúla Íslands (c) Arctic Circle