Stórur áhugi fyri Vegghamar

Listamaðurin helt 85 ára dag við framsýning

Í gjár helt Arnold Vegghamar 85 ára føðingardag við at upp stóra serframsýning í Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Virkni listamaðurin av Viðareiði hevur góð fimmti verk við á framsýningini.

 

Arnold Vegghamar er einari í føroyskari list, og hann málar uttan at hyggja um seg og fyrihalda seg til rák her heima og burturi. Hansara málningar munnu vera millum eyðkendastu verk í føroyskari list yvirhøvur. Íblásturin fær hann í náttúruni á Viðareiði og har um leiðir.

 

– Sum sjálvlærdur hevur Anrold málað burturav tey seinastu 25 árini. Tað serliga við Arnoldi er, at hann hevur ikki staðið í stað. Hóast myndevnini ofta ganga og hava gingið aftur, heilt frá tí at hann byrjaði at mála, er ikki talan um endurtøkur, segð Hilmar Høgenni, sum helt røðu, tá ið føðingardagsframsýningin lat upp í gjár.

 

##med2##

 

Nógv fólk vóru komin at heilsa upp á Arnold Vegghamar og hyggja eftir hansara verkum. Áhugin fyri at ogna sær verk var eisini stórur, og so at siga allir málningarnir vóru seldir á fyrsta degnum.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##