Stórur KÍ-fagnaður verður í Klaksvík sunnudagin

Fyri heimadystin móti Víkingi sunnudagin verður høvið at møtast í KÍ-høllini longu klokkan 13, og tiltakið í høllini eftir dystin endar umleið klokkan 19.

 

Tað verður einn sannur fagnaðardagur sunnudagin, tá KÍ skal spæla seinasta dystin í hesum kappingarárinum. KÍ fer at skipa fyri stórum ókeypis tiltaki, har børn og vaksin millum annað fáa grillaðar pylsur, wienarbreyð, sunkist, ís, kaffi og te.

 

Tað sigur Jógvan Skorheim í tíðindaskrivi í dag.

 

Sunnudagin spælir KÍ móti Víkingi á heimavølli, og er hetta samstundis seinasti dystur í landskappingini í ár.

 

- Tí verður eisini steypahandan eftir dystin, men umframt alt hetta fer KÍ eisini at bjóða til ein spennandi fagnaðardag fyri alla familjuna.

 

Byrjað verður við einum stórum tiltaki í KÍ-høllini, sum byrjar longu klokkan 13, har børn og foreldur kunnu fáa wienarbreyð, soft-ice, kaffi, te og sunkist.

 

- Børnini fáa eisini bláar bállónir frá Silva, ið eisini møtir upp til høvið. Bæði vaksin og børn hava eisini møguleika at fáa sær andlitsmáling og koma í rættiligan KÍ-stemning. 

 

Jógvan Skorheim vísir á, at fyri at skjalfesta søguligu løtuna og gera hana ógloymandi, fer eisini at bera til at taka mynd við vakra myndaveggin, sum eisini er settur upp.

 

- Áðrenn farið verður út á vøllin til dystin millum KÍ og Víking, fara Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen og Heini Ziska Dahl á pallin, har teir fara at syngja nakrar sangir.

 

Røsku kaffi-damurnar hjá KÍ eru eisini í gávuhýri undir dystinum, og tí verður bjóðað ókeypis kaffi, te og okkurt gott afturvið.

- Eftir dystin fara vit at heiðra liðið á vøllinum, har umboð fyri FSF fer at handa gullheiðursmerkir og steyp. Tá handanin er liðug, verður farið inn í KÍ-høllina aftur, har bæði besta liðið hjá kvinnum og monnum verða heiðrað á pallinum.

 

Lagt verður aftrat, at inni í KÍ-høllini verða eisini aðrar heiðranir, har Martin Kjærbo fer at stýra tónleikinum.

 

- Síðan fer KÍ at bjóða ókeypis pylsur og breyð við øllum, sum har tilhoyrir, og tá klokkan nærkast 18.30, fer Bill Justinussen eisini á pallin við sínum væl dámda undirhaldi, verður sagt úr Klaksvík í dag.

 

Fyri dystin verður soleiðis høvið at møtast í KÍ-høllini longu klokkan 13, og tiltakið í høllini eftir dystin endar umleið klokkan 19.