Forsetin nýtir tað mesta av arbeiðstíðini at hyggja eftir tíðindum og ringja til politiskar stuðlar í Kongressini.
Tað er trupult at gjøgnumskoða, hvat forsetin í USA, Donald Trump, brúkar størsta partin av arbeiðsdegnum til.
Sambært stórum leka frá dagliga kalendaranum hjá forsetanum fyri teir síðstu tríggjar mánaðirnar, sum politiski miðilin Axois hevur gjøgnumgingið, heldur Trump ørkymlandi fáar fundir við politiskar ráðgevar og ráðharrar.
Sambært lekanum brúkar hann næstan 60 porsent av tíðini til sonevnda »executive time«, eitt hugtak, sum fevnir um ofta tímalangar løtur, har einki ítøkiligt er planlagt.
Fleiri amerikanskir miðlar hava fyrr lýst, at hesar óskipaðu løturnar fyri tað mesta verða búrktar til at síggja tíðindi, lesa bløð, vera á sosialu miðlunum og tosa í telefon við politiskar stuðlar í Kogressini ella óformligar ráðgevar.
Axios skrivar, at tann óskipaða »executive time« var sett í verk av fyrrverandi stabsstjóranum hjá Trump, John Kelly, tí forsetin ikki legði í arbeiðstíðirnar hjá undanmanninum Barack Obama, har hvør minuttur var planløgd arbeiðstíð.
Sambært rithøvundanum og søgumanninum Chris Wipple er tað ógvuliga óvanligt, at skemaið hjá forsetanum er so opið.
– Tað er eingin søguligur paralellur til tann mátan, sum Trump brúkar sína tíð uppá, sigur hann við Axios.
– Tað virðismesta fyri stjórnarleiðsluna hjá einum forseta er tíðin. Og Trump gevur okkum eina nýggja mynd av einum óskipaðum forseta, sigur hann.
/ritzau/