At síggja til er mánafiskurin nýliga deyður og er skolaður upp á sandin, har fólk hava tikið myndir av sjáldsama fiskinum. Hesa myndina tók Bjarki Henriksen í gjár.

Stórur mánafiskur rak á land á Sandi

Undir Føroyum er mánafiskur viðhvørt at síggja um summarið og um heystið. Um vikuskiftið rak ein slíkur á land á Sandi.

 

At síggja til er mánafiskurin nýliga deyður og er skolaður upp á sandin, har fólk hava tikið myndir av sjáldsama fiskinum. Hesa myndina tók Bjarki Henriksen í gjár.

Tað var ein heldur løgin sjón, sum møtti fólki, ið spákaðu sær ein túr eftir sandinum á Sandi um vikuskiftið. 

 

Her gongur fólk næstan hvønn dag, bæði í góðum og ringum veðri - um veturin eins væl og um summarið.

 

Yviri móti ósanum lá ein undarligur fiskur deyður uppi á sandinum - ein sonevndur mánafiskur.

 

At síggja til er fiskurin nýliga deyður og er skolaður upp á sandin, har fólk hava tikið myndir av fiskinum. 

 

Á heimasíðuni - www.snar.fo - verður sagt um mánafisk, at hann er í øllum heimshøvum.

 

- Undir Føroyum er hann viðhvørt at síggja um summarið og heystið úti til havs. Fiskurin stendur á skák í sjónum, ofta við ryggfjøðurini stingandi uppúr.

 

Sagt verður, at mánafiskur er fingin nakrar ferðir inni við land í Føroyum.

 

##med2##

 

- Hann er í øllum teimum heitu og flógvu høvunum - í Indiahavinum, Kyrrahavinum og Miðjarðarhavinum.

 

Lagt verður aftrat, at í Atlantshavinum er mánafiskur frá Argentina og Suðurafrika og norður til Ný Foundlands, Noregs og Íslands.

 

Wikipedia veit at siga, at miðalvektin á mánafiski liggur um 1000 kilo, og miðallongdin er 1,8 metrar.

 

Men, fiskurin kann gerast heilt uppí 3,33 metrar langur, og tá vigar hann nøkur tons.

 

 

 

 

 

At síggja til er mánafiskurin nýliga deyður og er skolaður upp á sandin, har fólk hava tikið myndir av sjáldsama fiskinum. Hesa myndina tók Bjarki Henriksen í gjár.

Mánafiskurin liggur nærindis ósanum. Hesa myndina eigur Jóhann Vidtfeldt.