Stórur sangleikur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

eNám framførir "High School 3" í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

So er Sangleikabreytin á eNámi enn einaferð klár við einum sangleiki. High School Musical 3 verður framførdur í Mentanarhúsinum frá 26. mars og dagarnar aftaná. 

 

Sangleikabreytin hevur pallsett bæði High School Musical 1 og 2 áður (í 2016 og í 2017), og nú er tíðin so komin til triðja og seinasta leikin í røðini. Leikurin er bygdur á heimskenda Disneyfilmin við sama heiti. Filmurin varð fyrstu ferð sýndur í 2008 og er ein partur av eini tí størstu Disney Channel succéssini nakrantíð.

 

Handlingin í leikinum er, at Troy, Gabriella, Sharpay, Ryan og allir hini 3.árs næmingarnir nærkast endaligu próvtøkunum á East High. Tey eru noydd at taka støðu til avbjóðingar og ivamál um framtíðina, sum kunnu fara at hava ávirkan á góðu vinaløgini og kærleikan millum teirra. Men áðrenn tey fara hvør sín veg, so er bæði kurvabóltsfinala, endaveitsla og seinasta sangleikashowið á skránni. Og tað fer ikki at ganga stillisliga fyri seg! Leikurin er avgjørt fyri øll, bæði stór og smá, ung og eldri.

 

Síðani skúlaárið 2010/11 hevur Sangleikabreytin sett upp stóran sangleik á hvørjum ári, og hesin er í roynd og veru hin trettandi í røðini, tí tað eina árið vórðu ikki færri enn tveir leikir pallsettir. Í ár eru umleið 50 næmingar á breytini. Næmingarnir, sum ganga í 10.flokki, koma úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og skúlanum við Streymin. Lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, standa enn sum áður fyri breytini.