Nú Jákup Sverri aftur er á Føroyabanka, frættist, at tað framvegis er væl at fáa av hýsu, og nakað er av góðum toski. Viðhefta mynd er tikin nú um dagarnar umborð á Jákupi Sverra á Bankanum.

Stórur spenningur er um Føroyabanka

Tey, sum eru Føroyabanka-fjepparar og hava hug at royna fantastiska fiskin av Bankanum, eru nú farin at gleða seg.

 

Nú Jákup Sverri aftur er á Føroyabanka, frættist, at tað framvegis er væl at fáa av hýsu, og nakað er av góðum toski. Viðhefta mynd er tikin nú um dagarnar umborð á Jákupi Sverra á Bankanum.

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er í hesum døgum á Føroyabanka og ger heyst yvirlitstrolingar.

 

Regluligu vár-og heysttúrarnir á Bankanum eru altíð spennandi, og soleiðis er eisini hesaferð.

 

Tóvað verður á somu leiðum ár um ár og farið verður víða um á Føroyabanka, eins og á landgrunninum annars.

 

Yvirlitstrolingarnar hava til endamáls at kanna, hvussu vorðið er við eitt nú toski, hýsu og upsa.

 

Tá túrur er lokin, verða ein túrafrásøgn skrivað, og hon verður løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni - www.hav.fo.

 

Í fleiri ár hevur tað víst seg, at væl av hýsu hevur verið á Bankanum, meðan tað hevur verið minni at fingið av toski.

 

Nú Jákup Sverri aftur er á Føroyabanka, frættist, at tað framvegis er væl at fáa av hýsu, og nakað er av góðum toski.

 

Tey, sum eru Føroyabanka-fjepparar og hava hug at royna fantastiska fiskin av Bankanum á Barbaru Fish House, eru nú eisini farin at gleða seg.

 

Tá Jákup Sverri kemur aftur í næstu viku, verður enn einaferð skipað fyri Føroyabankakvøldum á fiskamatstovuni.

 

##med2##

 

Johan Mortensen, íverksetari, sum saman við John Mikkelsen í Áarstovu eigur hugskotið til Føroyabanka-dagarnar, fegnast um, at nú aftur verður høvið at hava gastronomisku kvøldini í næstu viku.

 

- Sagt verður, at fiskurin er góður og sera væl fyri, og nú kunnu fólk gleða seg til kvøldini, 16.-18. september, nevniliga fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið í næstu vku.

 

Íverksetarin leggur aftrat, at tey, sum ynskja at fáa lut í hesum fantastiska tilfeingi, eiga at bíleggja sær borð sum skjótast.

 

 

 

 

 

 

 

Nú Jákup Sverri aftur er á Føroyabanka, frættist, at tað framvegis er væl at fáa av hýsu, og nakað er av góðum toski. Viðhefta mynd er tikin nú um dagarnar umborð á Jákupi Sverra á Bankanum.

Johan Mortensen, íbirtari og íverkseti.