Føroyskur dansur
Fólk, sum í einar fimm vetrar hava dansað í Látrahúsinum á Eiði, fara týskvøldið at stovna dansifelag. Stovnandi aðalfundurin veðrur á Látrinum klokkan 20.00.
Hóast dansað hevur verið regluliga hesar vetrarnar, hevur einki veruligt felag verið. Bert ein áhugabólkur, sum tey nevna tað.
Viðat stovna felag vænta dansifólkini at fáa ymsar fyrimunir, tá hugsað verður um tiltøk av ymsum slag, sum tey annars plaga at luttaka í. Møguleiki verður fyri at gerast limur í landsdansifelagnum Sláið Ring, sum so aftur gevur nógvar ymsar fyrimunir. Serliga verður hugsað um fíggjarliga fyrimunir, sum fáast kunnu, um eitt nú verður søkt um stuðul til eitthvørt ávíst tiltak, sum landsfelagið kann hjálpa til við.
Eitt annað er, siga tey, sum nú taka stig til at stovna felagið, at í einum áhugabólki eru viðurskiftini eitt sindur leysari, tá eingin er, sum formelt hevur ábyrgdina av tí, sum fyriferst.
Væl hevur tað gingið fínt hesi árini, men nú er tað komið har til, at fólk halda tíð vera at stovna felagið og fáa lut í teimum møguleikum, eitt slíkt felag gevur.
Eitt, sum tosað hevur verið um hesi árini, dansað hevur verið á Látrinum, er at fáa fólk úr eitt nú grannabygdunum uppí. Tað hevur tókst eitt sindur strilti, tí fólk hava líkasum hildið seg aftur, skilst, um tey einki ættarligt samband hava til Eiðis.
Tað er nevniliga so, at dansað hevur verið í hølunum hjá Eiðis Fornminnisfelag, og tí hevur tað mestsum ligið í luftini, at tað eru eiðisfólk og tey, sum tilknýti hava til Eiðis, sum koma har.
Men soleiðis hevur ongantíð verið meiningin, at tað skuldi vera. Og nú felag verður stovnað, og fólk gjalda beinleiðis limagjald, vóna fyrireikararnir, at tað kann fáa fólk at koma við, tá tey kenna, at hetta eisini er teirra, um tey annara einki samband hava tann vegin uttan dansin.
Føroyski dansurin á Latrinum byrjaði, tá Eiðis Fornminnisfelag, sum hevði keypt Látralonina, hevði sett húsið í stand. Hildið varð, at húsið eisini skuldi brúkast regluliga til annað enn bygdarsavn, og varð tí boðið fólki, sum hevði hug at dansa, at taka saman í húsinum. Hetta hevur so verið gjørt hvørt týskvøld hesar seinastu vetrarnar. Byrjað verður vanliga umleið mánaðarskiftið september/oktober, og hildið verður á til føstulávint. Eini 40 fólk hava verið virkin í dansibólkinum. Umleið 15-20 plaga at møta hvørt kvøldið.
Nú stig verður tikið til at stovna eitt rættiligt dansifelag, vænta og vóna tey, at enn fleiri fara at koma í dans á Látrinum týskvøld klokkan 20.00.