Hetta skrivaði núverandi forsetin í Namibia, Nangolo Mbumba, á sosiala miðlinum Facebook í nátt.
Nujoma hevði verið innlagdur seinastu tríggjar vikurnar orsakað av eini sjúku, sum hann "ikki kundi koma fyri seg aftur", stendur í fráboðanini.
- Tað er tí við djúpastu sorg og sakni, at eg í morgun, 9. februar 2025, boði namibiska fólkinum, okkara afrikansku brøðrum og systrum um allan heimin, frá, at okkara heiðraði frælsisstríðsmaður og kollveltingarleiðari er farin frá okkum.
- Okkara stovnari livdi eitt langt og týdningarmikið lív, har hann á ein serstakan hátt tænti fólkinum í sínum kæra landi.
Ritzau/AFP