Stríðið á føðideildini: Nýklaktur pápi í øðini um standin

Stríðið á føðideildini hevur nú fingið beinleiðis avleiðingar fyri foreldur.

- Eg skalv av irritatión og øði, tí hetta var ikki nóg profesisonelt, sigur Símun Joensen, sum gjørdist pápi í vikuni, við kringvarpið. 

 

Tí tá Símun Joensen og Bára Michelsen skuldu gerast foreldur í vikuni, endaði tað í ruðuleika. Tí á føðideildini hittu tey útlendska ljósmóður, sum greiddi frá, at tað var fyrstu ferð hon var á føðideildini í Føroyum til arbeiðis. 

 

- Eg mátti hjálpa henni við briksini, tí hon dugdi ikki við tí. Eg mátti finna loyniorðið til telduna, tí tað hevði hon ikki, sigur Símun Joensen og greiðir frá, at tey fýra starvsfólkini á kamarinum á føðideildini dugdu ikki at tendra ljósið á stovuni, og tí gjørdist støðan margháttligt, tá ið Bára Michelsen hevði tørv á at fáa drop í armin.

 

Símun Joensen sigur við kringvarpið, at tann læknalesandi á stovuni fór eftir fartelefonini fyri at lýsa við lyktini í telefonini og soleiðis finna æðrina, sum drop skuldi leggjast í, men tá steðgaði ljósmóðurin hendingini og valdi at klippa heldur.

 

 

Sum vera man varð Símun Joensen merktur av øði, tá ið løgna støðan umsíðir var at enda komin. Mamma og barn hava tað gott, hóast ruðuleikan á føðideildini hendan dagin.

 

Enn eru fleiri av fasttíðarsettu ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum langtíðarsjúkrameldaðar, og meðan ein roynd varð gjørd herfyri frá leiðsluni at finna eina semju, so eydnaðist ikki, og tí er knúturin millum fakbólkarnar ikki loystur enn.

 

Áður hava barnakonur greitt in.fo frá, at teirra graviditetur hevur verið merktur av ruðuleika og óvissu, tí at støðan á føðideildini hevur verið sera spent.