Í dag fer skotski tjóðskaparflokkurin undir valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna, har skotar skulu taka støðu til at loysa frá Onglandi. Eftir ætlanini verður fólkaatkvøðan í 2014.
Valstríðið verður sett í gongd á einari ráðstevnumiðstøð í Edinburgh, og har verða fleiri kendir skotar hjástaddir. Tað er ikki heilt greitt, hvørjir teir eru, men eygleiðarar vænta, at tann kendi filmsleikarin Sean Connery er ein teirra.
Tær seinastu meiningakanningarnar hava víst, at umleið 40 prosent taka undir við at loysa, 10 prosent hava ikki tikið støðu, og 50 prosent vilja varðveita verandi støðu. Kanningar hava eisini víst, at undirtøkan fyri skotskum fullveldi er størru ensku megin markið enn í Skotlandi sjálvum.